Bakkafrost leggur stóran dent á at minka lívfrøðiliga váðan í Skotlandi, ið er hægri enn í Føroyum. Betringarnar í hesum ársfjórðinginum, sum byrjaðu í fyrra ársfjórðingi, vísa tekin um, at tað er møguligt at fáa betri tamarhald á lívfrøðini í Skotlandi. Størri vissu fáa vit tó ikki fyrr enn í heyst, tá lívfrøðiligi váðin er størstur og tær broytingar, Bakkafrost hevur gjørt í Skotlandi, skulu standa sína roynd.
Bakkafrost væntar, at lívfrøðiligi váðin minkar munandi av stórsmolt strategiini hjá felagnum. Bakkafrost hevur í Føroyum víst, at stór hágóðsku-smolt verða minni útsett fyri váða, tá tey eru styttri tíð í sjónum og tískil leggur Bakkafrost stóran dent á at byggja smoltstøðir í Skotlandi. Í løtuni verður Applecross smoltstøðin í Skotlandi útbygd. Fjórða útbyggingarstig er seinkað umleið 2 mánaðir, men verður tikið í nýtslu í mai 2023, og í triðja ársfjórðingi 2023 verða fyrstu stóru smoltini sett út haðani. Miðskeiðis í 2024 fer Applecross smoltstøðin at kunna framleiða um 10 milliónir smolt á 500g.
Í fyrsta ársfjórðingi 2023 var miðalvektin á sjósettu smoltunum í Skotlandi 111g, ið er 9% hægri enn sama ársfjórðing í fjør.
Bakkafrost ætlar komandi árini at gera stórar íløgur í 3 stórar smoltstøðir í Skotlandi, ið tilsamans kunnu framleiða 18 milliónir smolt á 500g.
Smolt útseting
Í 2023 verður samlaða útsetingin av smolti hjá Bakkafrost væntandi 16 milliónir stór smolt í Føroyum og 9,6 milliónir smolt í Skotlandi.
##med2##
Í 2023 verður miðalvektin á sjósettu smoltunum í Skotlandi 150-175g. Bakkafrost ætlar at seta færri smolt út í Skotlandi, til rættlag fæst á raksturin og alingina.
Bakkafrost hevur kunngjørt, at væntaða tøkan fyri 2023 verður 68.000 tons av laksi í kruvdari vekt í Føroyum og 30.000 tons í Skotlandi.
Liðugvørur
Bakkafrost hevur seinnu árini gjørt stórar íløgur, millum annað í liðugvøruvirkið á Glyvrum. Hetta ger Bakkafrost ført fyri at tillaga framleiðsluna eftir marknaðinum á ein smidligan hátt. Bakkafrost miðar eftir at nýta umleið 40% av tikna laksinum í Føroyum til framleiðslu av liðugvørum. Hesa strategiina fer Bakkafrost væntandi at broyta, tá ið løgtingið hevur samtykt hvussu tøkugjaldið skal broytast.
Bakkafrost hevur gjørt sáttmálar um sølu av liðugvørum fyri umleið 23% av væntaðu samlaðu tøkuni í Føroyum og Skotlandi í 2023. Sølusáttmálarnir eru til fastan prís og eru millum 6 og 12 mánaðir til longdar.
Mjøl, lýsi og fóður
Útlitini fyri framleiðsluna av fiskamjøli og lýsi eru tengd at tøku rávørunøgdini. Tilmælið hjá ICES av svartkjafti fyri 2023 er 1.360 túsund tons, sum er ein hækking á 81% samanborið við 2022.
Framleiðslan av fiskamjøli og lýsi fyri 2023 verður væntandi nakað tað sama sum í 2022. Væntaða samlaða sølan av laksafóðri í 2023 verður mett til 130.000 tons.
Meginparturin av fóðursøluni er til føroyska og skotska marknaðin, íroknað nýtsluna hjá Bakkafrost í Føroyum og Skotlandi.
Íløgur
Á íleggjaradøgunum tann 14. og 15. september 2021 kunngjørdi Bakkafrost eina íløguætlan fyri tíðarskeiðið 2023-2026 áljóðandi 6,2 milliardir krónur. Ætlanin fer at kollvelta virksemið hjá Bakkafrost í Skotlandi og tryggja burðardyggan vøkstur í Føroyum eins og í Skotlandi.
Høvuðsendamálið við ætlaðu íløgunum í Skotlandi er at avrita háttin, Bakkafrost virkar uppá í Føroyum, til Skotlands. Bakkafrost ætlar millum annað at byggja 3 stórar orkuvinarligar smoltstøðir í Skotlandi. Harvið fer Bakkafrost at kunna framleiða yvir 18 milliónir smolt á 500g í Skotlandi í 2026. Hetta fer at minka munandi um livfrøðiliga váðan og økja tøkuna. Afturat hesum ætlar Bakkafrost at byggja eitt nýtt framkomið virki í Skotlandi og at gera íløgur í skip til viðgerð og flutning av laksi. Eisini er ætlanin at gera íløgur í aliútgerð á sjónum.
Íløgurnar í Føroyum í smoltstøðir viðføra, at árliga framleiðslan av smolti í 2026 verður omanfyri 23 milliónir smolt á 500g. Harafturat verður stór lívfiskastøð bygd í Skálavík og fóðurframleiðslan á Havsbrún verður eisini víðkað. Í íløguætlanini er eisini sett av til nýggja alitøkni á sjónum, ið kann gera tað møguligt hjá Bakkafrost at vaksa framleiðsluna burðardygt í Føroyum uppum 100.000 tons í kruvdari vekt, ið annars er ætlanin at røkka í 2026.
Við íløguætlanini 2023-2026 væntar Bakkafrost at røkka eina samlaða tøku á 150.000 tons av laksi í kruvdari vekt í 2026. Í sama tíðarskeiði ætlar Bakkafrost at uppbyggja eina samlaða framleiðsluorku á 180.000 tons av laksi í kruvdari vekt.
##med3##
Tøkugjald
Í løtuni verður uppskotið um at hækka tøkugjaldið fyri alivinnuna í Føroyum viðgjørt í løgtinginum. Tá ið vissa fyriliggur um, hvørjar broytingar verða gjørdar, fer Bakkafrost at endurskoða íløguætlanina.
Íleggjaradagur í Skotlandi í 2023
Næsti íleggjaradagur hjá Bakkafrost verður hildin í Skotlandi tann 6. juni 2023.
Fíggjarliga støðan
Útlitini fyri laksamarknaðin komandi árið og áhaldandi denturin, sum verður lagdur á, at Bakkafrost hevur eina framleiðslu við munadyggum eftirliti við kostnaðinum, eru við til at økja um fíggjarligu møguleikarnar hjá Bakkafrost. Stóra eginognin í mun til samlaðu ognirnar og góð fígging, geva Bakkafrost fíggjarligu styrkina at fremja stóru íløgurnar, sum eru fyri framman.
Afturat hesum endurfíggjaði Bakkafrost í mars 2022 samtakið við 700 milliónum EUR, umframt møguleika til 150 milliónir EUR í eykafígging um neyðugt. Talan er um eina 6 ára grøna fígging, har rentukostnaðurin er knýttur at, um ávís burðardygdsmál verða rokkin.
##med4##
Um Bakkafrost:
Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og søla- og umsiting er eisini í Edinburgh, Munkebo, Boulogne-sur-Mer og í New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.778 starvsfólk (ársverk).