Nógvir føroyingar síggjast í Oslo í hesum døgum, nú EM endaspæli í hondbólti hjá monnum er á skrá.
13 flogfør eru komin úr Føroyum, og nøkur koma afturat. Tilsamans hevur Atlantsflog flutt eini 3.000 fólk beinleiðis úr Vágum til Oslo. Nógv eru eisini farin umvegis Danmark. Og í morgin kom Norrøna við 1.000 ferðafólkum, og legði at inni í Oslo við Akerhus Festning.
Til dystin í kvøld ímóti Sveis verður roknað við at í minsta lagi 6.000 føroyingar verða at rópa á føroyska liðið.
Í gjárkvøldið var skipað fyri fjepparatiltaki á Clarion Hotel Hub í miðbýnum í Oslo. Har búgva eini 800 føroyingar. Har undirhildu Danny & The Veetos og Páll Oddur Rubeksen úr Páll Finnur Páll.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##

















