Góvu 21 bøtur í Fuglafirði

Løgreglan gjørdi í gjár ferðmátingar í Fuglafirði

21 bilførarar fingu í gjár bót, tá løgreglan millum klokkan 10 og 12 gjørdi ferðkanningar á Fuglafjarðarvegnum.

20 teirra koyrdu ov skjótt, meðan ein teirra ikki hevði koyrikortið uppi á sær. Allir teir 20 bilførararnir koyrdu millum 80 og 100 km um tíman, sum eisini merkir, at teir »bara« fingu bót, eingin fekk klipp og eingin fekk treytaða frádøming av koyrikortinum.

Eitt ferðsluóhapp var í Havn í gjár. Tá ein bilførarari steðgaði við ein gonguteig, tí ein fótgangari skuldi tvørtur um vegin, varnaðist bilurin aftanfyri tað ikki og rendi í reyvina á bilinum frammanfyri. Eisini er boðað frá onkrum smávegis herverki, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn í morgun.