Tá mentanarvika varð hildin í Runavík í seinna helmingi av oktober, læt Torghúsið upp við kafé og heimavirkaðum pløggum og lutum. Nú er opið seinnapartar - í fyrsta lagi fram til jóla.
Tað er Jan Nielsen, sum rekur Torghúsið og kafé’ina, sum er í ovaru hæddini hjá Maskinhandlinum í Saltangará.
Hann sigur, at á mentanarvikuni høvdu fólk, sum gera ymiskt handligt, høvi at selja síni pløgg og lutir í Torghúsinum.
- Hølini stóðu tóm, og hetta var bara ein roynd fyri at lodda dýpið, hvør tørvurin er. Tiltakið fekk góða undirtøku á mentanarvikuni, og fólk seldu í 21 borðum.
Jan sigur, at í dag standa eini 12-13 borð uppi í hølunum. Torghúsið fær 10% av søluni, og restin liggur so hjá teimum, sum eiga vørurnar.
Hann vísir á, at í fyrsta lagi verður Torghúsið og kafé’in opin seinnapartar fram til jólar og longri út á kvøldið, tá handlarnir í Runavíkar-økinum hava longri opið.
Jan Nielsen veit at siga, at í fjør heyst læt Eysturoyar Heimavirki aftur sína sølubúð, sum felagið í fleiri ár hevur havt í Saltangará, og í heyst varð felagið endaliga avtikið á aðalfundi.
- Eg var sjálvur við á fundinum, tá felagið varð avtikið. Royndirnar, síðan eg læt upp Torghúsið, hava sagt mær, at tørvur kortini er á einum slíkum felag, men kanska undir einum øðrum formi.
Hann heldur, at tá slíkt virksemi ikki er so lætt at reka, hevði verið skilabest, at kommunan leigaði hølini, soleiðis sum tey eitt nú gera í Fuglafirði við líknandi handilsvirksemi í Ribarhúsi.
- Eg hugsi mær eina skipan, har limirnir í einum nýggjum heimavirkisfelag, skiftandi arbeiða í handlinum einar átta tímar um mánaðin.
Jan Nielsen sigur seg vóna, at eitt nýtt heimavirkisfelag kann reisast á føtur einaferð út á várið.
- Her eru nógv høli í økinum, og eru onnur betri egnaði høli enn hesi, sum eru umleið 200 fermetrar, ber saktans til at finna tey, sigur hann.