Ætlar ikki at broyta grindbýtið

Parturin hjá grindaformonnum, sýslumonnum, og øðrum, verður ikki broytt

 

Nú vit fáa eina nýggja lóg um grind, er ikki ætlanin eisini at broyta mátan, sum grindin verður skift uppá

 

Tað staðfestir Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í veiðimálum.

 

Nú Løgtingið viðgjørdi grindalógina, vóru tað fleiri tinglimir, sum hildu, at skiftið eigur at verða broytt.

 

Serliga var hugsað um, at sýslumenn fáa tvey prosent av hvørjari grind og tingmenn halda, at tað eigur at minkast, tí sum onkur segði: Teir fáa eisini løn.

 

Men tað ætlar Jacob Vestergaard ikki. Hann ásannar, at rættiliga stórur partur fer av hvørjari grind, áðrenn hon verður skift.

 

 

Les eisini: Grind skal býtast øðrvísi enn nú

 

 

Sýslumaðurin fær tvey prosent av hvørjari grind, grindaformenn fáa eitt prosent í part og harafturat fáa metingarmenn, skaðasýnismenn og hjálparfólk annars, eisini eyka part.

 

Hann sigur, at hetta byggir á eina gamla siðvenju, og tað ætlar hann ikki at broyta.