Afrikanska Fótbóltssambandið hevur í dag kunngjørt, at afrikanska meistaraheitið í mansfótbólti er útsett til 2022. Tað skuldi upprunaliga verða í Kamerun í januar 2021, men er flutt til januar 2022.
Orsøkin er koronasmittan, sum hevur steðgað øllum fótbólti í eina tíð. Serliga avbjóðandi er tað at ferðast millum lond. Tað hevur millum annað gjørt, at undankappingarnar ikki eru komnar á mál, og tí ber ikki til at hava endaspælið í januar. EM-endaspælið 2020, sum skuldi verið í gongd nú, er eisini útsett í eitt ár.
Fleiri stórfeløg hava spælarar úr Afrika á liðnum, og tað hevur mangan elvt til høvuðbrýggj, tá spælarar skulu til afrika at spæla eitt heilt endaspæl mitt í landskappingini í Evropa. Ein roynd var at flyta endaspælið til um summari, men her er serliga veðrið ein avbjóðing.
Hetta merkir, at vit í 2022 byrja árið við Afrika Cup of Nations og enda árið við HM-endaspælinum í Katar, sum verður í novembur og desembur.