Aftankvirra í Vágs Kirkju

Fríggjakvøldið verður skipað fyri aftankvirru í Vágs Kirkju. Áður hava slíkar løtur við hepni og góðari undirtøku verið fyriskipaðar í Vágs Kirkju.

Nú verður aftur skipað fyri aftankvirru í Vági, og at tiltakið fellur sama vikuskiftið, sum tiltakið VILT de Suðuroy renningin, ger bara, at fyrireikararnir vænta enn fleiri fólk, og fegnast fyrireikararnir um at hava hetta tilboð at bjóða teim vitjandi, eins og suðuroyingum annars.

Luttakandi við sangi og tónleiki vera Hjalmar Magnussen og Dagfinn Olsen, Majbritt úr Hørg og Hans Jacob Hjelm. Stutt andakt er á skránni og aftaná eru kaffi og køkur at fáa á kirkjuloftinum. Kirkjan letur upp klokkan 21:30 og ber til at koma eina løtu og njóta kvirruna. Tónleikurin byrjar klokkan 22:00.