Aftur 1-1 millum Arsenal og Liverpool

Málini fullu síðst í 1. hálvleiki, og fyrst í 2. hálvleikti. Liverpool-málverjin, Pepe Reina sendi ein langan bólt fram eftir vøllinum, sum Yossi Benayoun hegnisliga leikti víðari til Peter Chrouch, sum fintaði William Gallas, og bankaði eitt drønskot inn við niðara hornið, Almunia í Arsenal-málinum var uttan møguleika at bjarga skotinum. Danski Nicklas Bendtner javnaði fyri Arsenal, tá hann kom hægri upp enn Peter Crouch í brotsteiginum hjá Liverpool, og stútaði hann í málið til 1-1. Pepe Reina í Liverpool-málinum átti at komið út fyrr, men valdi at verða standandi inni við mállinjuna. Tað var góð ferð á dystinum, og aðrir málmøguleikar til báðar partar. Týskvøldið møtast liðini aftur. Tá møtast tey á Anfield Road í Liverpool til seinnu fjórðingsfinaluna í Champions League-kappingini. Endar aftur 1-1 tá, verður umdystur og ein møgulig brotssparkskapping. Livst so spyrst.