Eg minnist tíðina í 1993-94, tá ið kreppan leikaði í í føroyska samfelagnum. Danir meiri ella minni tóku um stýrisvølin. »Mølposen« var dagliga í kjakinum, og danir saman við øðrum ynsktu, at føroysku flakavirkini, skuldu sanvnast í ein sentralan stovn.
Tá tóku vinnan, fakfeløgini, Norðoya Sparikassi, skiparar, maskinmeistarar og aðrir í Klaksvík og Norðoyggjum seg saman, og vildu ikki lata virki og skip av hondum inn í sentralt stýrdan stovn, men sjálvi settu sær fyri at loysa uppgávuna.
At vera borgarstjóri við tílíkum menniskjaligum tilfeingi var ikki bara ein frægd, men tað kendist bæði trygt og fjálgt.
Soleiðis gekk hetta í eini fimtan ár, har Klaksvík átti ein stóran part av føroyska útflutninginum, og virkir og skip mettaðu ótal av føroyskum munnum.
Aðrir íleggjarar og vinnan í Klaksvík
Eftir at Norðoyatunnilin lat upp, hava ikki so fáir vinnulívmenn úr øðrum pørtum í landinum sæð sær stórar møguleikar at gera íløgur í virkir og handilsskap í Klaksvík, sum hevur givið gylt fyri allar partar.
Vinnulívsøgan í Føroyum hevur altíð endurspegla upp- og niðurgondir eins og vinnulívið í øðrum londum, kanska heldur meiri viðkvom, meðan almenni sektorurin bara hevur lagt meiri gjøld á fólkið, tá peningur restaði í.
Nú er so stundin komin hagar, at JFK letur Kósavirkið uppaftur eftir eitt ára steðg. Kanska hevur verið bíðað eftir rætta prísinum, eisini kann henda, at hetta hevur verið ein búningartíð í einum so stórum átaki.
At bæði JFK, tvinnir útlendskir keyparar, Norðoyagrunnurin, sum Norðoya Sparikassi varðar av, og Føroyagrunnurin frá 1971, sum er ogn klaksvíkinga, upparbeiddur við aktivum úr Klaksvík og bara úr Klaksvík frá fyritøkuni JFK, er saman um hetta átakið, er sera áhugavert og sterkt. - Føroya Banki hevur altíð verið hollur í Klaksvík.
Sterk vinnulívsfólk
JFK er sama altjóðavirkandi fyritøkan, sum hon søguliga hevur verið og, at Kósavirkið nú letur uppaftur, er ikki bara ein sigur fyri Klaksvík og Norðoyggjar men fyri alt Føroya land. Eisini at hetta eru roynd vinnulívsfólk!
Eg má siga, at eg saman við mongum fegnist um tíðindini, havi fylgt við gongdini í mong, mong ár. Tí fari eg at ynskja Hanusi Hansen við fylgi hepna hond og Harrans signing.
At vit hava so sterk og fjøltáttað vinnulívsfólk og fakfeløg í Klaksvík, ið skilja álvarsemið í føroyskari framleiðslu og útflutningsátøkunum, er okkara bjarging!
HYPERLINK "mailto:keldu@olivant.fo" keldu@olivant.fo
HYPERLINK "http://www.keldu.com" www.keldu.com