Upptakt-menn
Soleiðis sum hondbóltslandskappingin hjá monnum hevur lagað, so er eitt oddabrak á skránni mest sum hvørt umfar, og hetta fær ikki annað enn verið hugaligt hjá áskoðarunum, sum ivlaleyst eisini verða fleiri í tali av hesi orsøk.
Hesaferð er brakið í Havn, har ársins næsta útgáva av føroyska hondbóltsklassikaranum er á skránni.
VÍF hevur annars ikki livað upp til heitið sum ein av risunum í føroyskum manshondbólti hetta kappingarárið, men í dystinum móti StÍF raknaðu teir við, og knúsandi sigurin ta ferðina gav greiðar ábendingar um, at teir kortini eru eitt lið, sum roknast skal við í ár.
Her hevur tað annars verið Kyndil, sum hevur sett dagsskránna, og verður sæð burtur frá kiksaranum móti H71, so hevur framúr stríðsviljin borið liðið á mál at kalla hvørja ferð.
Og stríðsviljanum verður eisini brúk fyri sunnudagin móti VÍF. Hóast talan tá var átøk eini kreppu hjá VÍF, so stóð heilt nógv á Kyndli í dystinum Vestmanna, har liðið í allar evstu løtu slapp úr saksinum. Koyrir spælið hjá VÍF eins væl nú, sum tað gjørdi seinasta sunnudag, so skal helst enn meira til hjá Kyndli, men higartil hava teir so eisini víst seg at spæla proportionalt við uppgávuna.
Hugnakvøld
Í hinum báðum dystunum um vikuskiftið er lítið at ivast í, at ávíkavist StÍF og Neistin fáa leypin fullan.
StÍF skal á heimavølli dystast móti H71, og hóast hoyvíkingarnir oftast stríðast væl, so er tað í sjálvum sær neyvan nóg mikið móti StÍF.
Kollfirðingar tykjast vera púrasta fyri ongum í løuni. Ikki minst vegna saknin av Damir Oros og Regin Petersen, og verður avrikið ikki bøtt munandi í mun til tær báðar seinastu ferðirnar, so verður talan nærum um hugnakvøld hjá neistamonnunum, sum tó munnu vara seg við at taka nakað fyri givið móti KÍF. Í øllum førum munnu viðhaldsfólkini ikki hava gloymt uppgerðina við triðjudeildarliðið hjá kollfirðingunum fyri júst einum ári síðani.