Aftur eitt ár á Malta í Hirtshals

Nú er aftur eitt nýtt ár byrjað á Malta í Hirtshals. Tá vit hyggja aftur á árið, sum er farið, so mugu vit sanna, at Harrin var góður, og at hann unti okkum nógvar ymiskar tænastur millum føroyingar her í Jútlandi. Vit fara undir tað nýggja árið við góðum treysti, tí vit vita hvønn vit virka fyri, og hvat okkara mál er.

<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$

Vit fara at ynskja tykkum, sum stukku inn á gólvið í farna árinum, eitt av Harranum vælsignað 2007. Tit gleddu okkum, tá tit vitjaðu, annaðhvørt tit komu til møti ella privat, og tit skula vita, at tit eru altið vælkomin á Malta. Eisini eru tit vælkomin at ringja, um tað er onkur tænasta vit kunnu gera.
 
Eins og undanfarnu mongu ár so fara vit aftur í ár, hvønn mánað, at ferðast “suður á land” sum vit plaga at taka til her á Malta. Her verður hugsað um støð sum Ålborg, Esbjerg, Vejle og Sønderborg. Vit hava notið stóra vælvild frá leiðslunum í teimum ymisku kirkjunum og stovnunum, sum vit hava brúkt hølini hjá nú ígjøgnum mong ár. Hetta eiga avvarðandi leiðslur eina stóra tøkk fyri og ivist eg ikki eina løtu í tí, at hetta eisini er noterað í Himli.
 
Eisini vilja vit í hesum sambandi nevna tey, sum ígjøgnum øll hesi árini hava verið okkara samverkafólk á teim ymsu støðunum. Hesi hava fyrireikað hølini, rudda upp, tikið sær av matgerð og eisini sent út innbjóðingar bæði skriftliga og telefoniskt. Fólk við tílíkum uppgávum verða, innan arbeiði hjá Trúboðarafelagsskapinum Operation Mobilisation, kallaði við einum so fínum heiti sum “lineup people,” sum merkir fólkini á staðnum. Um arbeiðið, sum hesi fólkini gera, ikki verður gjørt, so doyr arbeiðið burtur. Tí vilja vit eisini takka tykkum, sum ígjøgnum hesi mongu ár trúfast hava víst ábyrgd og hjartalag fyri arbeiðinum, sum samkoman á Malta hevur roynt at havt gangandi í Jútlandi.
 
Á hesum støðum hava vit í mong ár sett stevnu við nógvar av okkara landsmonnum um Guds orð. Tað kann vera ymiskt sum uppmøtingin hevur verið, men gjøgnumgangandi hevur tað verið tikið ómetaliga væl undir við hesum møtum.
 
Tað er okkum ein ómetaliga stór gleði at fáa loyvið til at tala Guds orð til landsmenn okkara, sum eru í eini útisetastøðu, og eisini at fáa loyvi til eitt persónligt prát, sum er ein upplagdur møguleiki undir tílíkum umstøðum, og vóna vit, at hetta kann vera báðum pørtum til gagn og gleði.
 
Vit hava altíð bjóða til ein drekkamunn eftir møtini, og tað koma vit eisini at gera framyvir. Hesar løturnar, við einum “kaffikoppi” í hondini, hava latið upp fyri nógvum góðum samrøðum, og vit hava so nógv at tala saman um, serliga tí vit eru útisetar. Eisini eru tað tey, sum beinleiðis ynskja eina samrøðu um tey andaligu viðurskiftini, og tað er altið ein serlig gleði, tí tað er júst tað, sum vit eru her til.
 
Í komandi ár verður ein fyribilsbroyting í samband við hølisviðurskiftini í Esbjerg. Tey sera snotiligu, rúmligu, hugnaligu og ljósu hølini í Sædding  Center, sum vit hava brúkt til møtini í mong ár, verða í komandi ári býtt um við samkomusalin hjá Den Kristne Forsamling á Spangbjerg Møllevej 16c í Mølleparken. Hetta kemur longu í kraft nú í januar. Umstøðurnar har eru ikki so rúmligar sum í Sædding Center, men hølini liggja væl fyri í miðstaðarøki, og tey eru hugnalig og ljós og eisini væl egnaði til tílíkar fundir. Hetta er tó ikki fyrstu ferð, at vit hava tey føroysku møtini í Mølleparken, tað hevur fleiri ferðir verið roynt áður. Vit vóna, at fólk ikki fara at halda seg aftur at koma til møtini av hesum orsøkum, men heldur at tað fara at koma enn fleiri fólk. Hetta merkir tó ikki, at vit ikki kunnu venda aftur til Sædding Center, men fyribils halda vit tað vera rætt at flyta møtini til Mølleparken.
 
Vit vilja takka leiðsluni í Den Kristne Forsamling í Mølleparken fyri hesa vælvild tey sýna okkum, samstundis sum vit vilja úttrykkja okkara stóra takksemi fyri, at vit hava kunna brúkt góðu hølini í Sædding Center í Esbjerg í so mong ár.
 
Ynskjandi hevði verið um vit kundu vitjað fleiri støð í Jútlandi. Um tað eru føroyingar á øðrum støðum í Jyllandi, sum ynskja at taka stig til kristiligar fundir á føroyskum, so vilja vit fegin rætta eina hjálpandi hond.
 
Sum áður nevnt eru vit fyrsta leygarkvøld í hvørjum mánað í Bethaniakirken, sum liggur í Dag Hammerskjøldsgade 2 í Ålborg, kl.19.00 og annað vikuskifti í hvørjum mánaða er vit í Esbjerg, Vejle og Sønderborg.
 
Sangbólkurin Vitin
 
Vit høvdu tað gleði í farna ári at fáa vitjan av sangbólkinum Vitanum úr Betesda í Klaksvík. Hesin bólkurin savnar ikki bara nógv fólk heima í Føroyum, men so sanniliga eisini her í Danmark. Hann er komin hendavegin í fleiri ár bæði á sumri og í desembur. Í desembur eru teir altið við okkum á túrinum “suður á land,” og tað vóru teir eisini nú í desembur. Hesaferð tóku teir sær kortini tíð til eisini at  hava møtir í Hirtshals og í Ålborg; nakað, sum teir vónandi fara at taka til umhugsunar at endurtaka næsta ár. Møtið í Hirtshals varð hildið í høllini á motel Nordsøen, sum liggur beint aftanfyri Norðsjóarmiðstøðina, og møtið í Ålborg varð hildið í Bethaniakirken, í somu hølum, har vit hava tey vanligu mánaðarligu møtini.
 
Nógv fólk vóru til øll hesi møtini og vit upplivdu tað stóru gleði, at ein ung genta játtaði trúgv á Kristus á einum av hesum møtunum. Vit vóna, at Vitin eisini framyvir fer at gleða føroyingar í Jútlandi við sínum summar- og vetrarvitjanum her á leiðini. Feðgarnir, Levi og Rógvi Joensen,  ferðaðust við teimum sum høvuðstalarar.
 
Vitjan úr Onglandi
 
Fyrst í mars mánað fáa vit, um Gud vil, vitjan úr Onglandi. Tað er evangelisturin og bibliulærarin Don Hinshcliffe úr Sheffield, sum kemur hendavegin. Hann kemur til Keypmannahavn fríggjadagin 2. mars og kemur at tala í Kristnastovu sama kvøldið. Leygarkvøldið 3. mars talar hann á tí føroyska møtinum í Bethaniakirken í Ålborg. Hann skal búgva á Malta hesa vikuna, og kemur at tala á báðum møtunum sunnudagin 4.mars, og eisini mikukvøldið 7.mars.
 
Hetta er vikuskiftið, tá vit fara “suður á land,” og tá fær Don nógmikið at síggja til, tí hann kemur at tala á møtunum bæði i Esbjerg, Sønderborg og Vejle. Don er væl kendur ímillum føroyingar. Hann var á bíbliuskúla saman við Brynleif Hansen og Zacharias Zachariassen. Zacharias og Don hava verið góðir vinmenn í meira enn 45 ár. Hann hevur verið fleiri ferðir í Føroyum og tala í teim flestu samkomunum. Hann vitjaði í Føroyum bæði í ár og í fjørð. Don er 71 ára gamal. Møtini við Don Hinshcliffe fara at verða lýst nærri, tá vit nærkast mars mánað.
 
 
Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@post.olivant.fo