Boðað er frá grind út fyri Koltur.
Sum skilst gongur hon í fleiri bólkum, og boðað er frá grind av landi av.
Hanus Højgaard, grindaformaður í Suðurstreym, sigur, at gamalt var, at havnarmenn høvdu einki at gera vestan fyri Árnanes við Kirkjubø, men hann ætlaði sær kortini at kanna málið.
Í løtuni er vestfall í Hestfirði, og tí skuldu líkindi verið fyri, at grindin gongur vestureftir, men í síðstu viku, tá grind eisini var funnin í Hestfirði, var eystfall, og tá vildi grindin bert kava inn móti landi fyri síðani at ganga vestur eftir beint ímóti streyminum.
Portalurin fylgir gongdini.