Aftur grindaboð norðanfyri í gjár men einki dráp

Aftur í gjár varð boðað frá grind út fyri Leirvík

Tað var um 10 tíðina í gjár, at boðað varð frá grind út fyri Leirvík. Sagt var, at talan var um eina hálvthundrað hval, ið svumu suður gjøgnum fjørðin. 

Løgreglan setti seg í samband við sýslumannin, sum tó gjørdi av ikki at halda grindini til. Tað sama varð gjørt týsdagin, tí nóg mikið av grind er í norðurøkinum, har kaggarnir eru fullir, verður sagt.