Aftur í kvøld dragnaði tað í toppinum

Kvinnur: Meðan KÍ vann tryggan sigur við Margáir, so endaði tað málleyst, tá ið B36 var í Runavík

Kvinnukappingin minnir nógv um kappingina hjá monnunum. KÍ er topplið við fullari úrtøku, og tey næstu í røðini missa stig í innanhýsis uppgerðum. KÍ hevur 24 stig fyri 8 dystir, og tað eru 7 stig aftur til NSÍ, sum hevur 17 stig.

 

Í kvøld var 2. umfar á skránni. Tað var fyrr í ár útsett, tí veðrið var so vánaligt.

 

Í fríska lotinum í kvøld var KÍ við Margáir, og tær úr Klaksvík fóru til hús aftur við 5-1 sigri, eftir at tær í hálvleikinum vóru frammanfyri 2-1. Eyðvør Klakstein var tvífaldur málskjútti, og hon átti uppleggið til fyrsta málið, sum Liljan Simona Jacobsen skoraði. Hetta var fyrsta málið hjá Liljuni í bestu landskappingini síðani í 2017.

 

EBS/Skála javnaði, tá ið gestirnir gjørdu sjálvmál, og fýra minuttir undan steðginum skoraði Eyðvør Klakstein. Einki mál varð skorað fyrra partin av seinna hálvleiki, men so gekk skjótt. Trý tey síðstu málini vóru skorað í 68., 72. og 82. minutti, og málskjúttar vóru Malena Olsen, Eyðvør Klakstein og Durita Hummeland. Bæði Malena og Durita vórðu skiftar inn í seinna hálvleiki.

 

Egil á Bø er venjari hjá EBS/Skála. Seinastu árini hava tað verið fleiri skiftingar á liðnum, og í kvøld vóru fleiri heilt ungar millum tær fyrstu ellivu. Eitt nú 17 ára gamla Marita Lisberg, sum nú verjir málið, 16 ára gamla Kristina Steingrund og 16 ára gamla Jakobina Bergsdóttir, sum í kvøld var fyri aðru ferð á besta liðnum.

 

Í Runavík endaði tað málleyst millum NSÍ og B36. NSÍ hevði fleiri atsóknir enn B36, og tað vóru vandamiklar støður í sambandi við hornaspørk og onkra ferðina, tá ið Heidi Sevdal var um at sneiða seg leysa, men tað eydnaðist ongantíð at fáa bóltin framvið Valborg Østerø í B36 málinum, og vandin lúrdi alla tíðina, at B36 skuldi svara aftur.

 

Í Gundadali vann HB 4-2 ímóti 07 Vestur. Eftir fyrra hálvleik var 07 Vestur frammanfyri 2-1. Fridrikka Clementsen legði HB á odda í 9. minutti, og tveir minuttir eftir steðgin varð hon  tvífaldur málskjútti, tá ið hon javnaði til 2-2. Hetta vóru fyrstu málini hjá Fridrikku í bestu deildini í ár. Áður hevur hon skorað tvey mál. Tað var í 2021, tá ið hon umboðaði samanlagda liðið AB/B71.

 

Margit Kwao bæði javnaði til 1-1 og legði 07 Vestur á odda 2-1. Hon er toppskjútti hjá 07 Vestur við 6 málum.

 

Tað stóð á jøvnum 2-2, inntil tað restaði eitt stórt korter. So skoraði HB tvær ferðir eftir lítlari løtu og vann 4-2. Fríða Jakobsen og Sunniva Willemoes skoraðu. Hetta var fyrsta málið hjá 16 ára gomlu Fríðu Jakobsen í bestu deildini í ár. Í fjør skoraði hon eitt mál. Í fjør skoraði Sunniva 11 mál í bestu deildini, og í kvøld var hon málskjútti fyri fyrstu ferð í ár.

 

 

 

NSÍ – B36 0-0

 

 

 

EBS/Skála – KÍ 1-5 (1-2)

 

0-1: Liljan Simona Jacobsen 9.

 

1-1: sjálvmál 12.

 

1-2: Eyðvør Klakstein 41.

 

1-3: Malena Olsen 68.

 

1-4: Eyðvør Klakstein 72.

 

1-5: Durita Hummeland 82.

 

 

 

HB – 07 Vestur 4-2 (1-2)

 

1-0: Fridrikka Clementsen 9.

 

1-1: Margit Kwao 27.

 

1-2: Margit Kwao 41.

 

2-2: Fridrikka Clementsen 47.

 

3-2: Fríða Jakobsen 73.

 

4-2: Sunniva Willemoes 79.

 

 

 

880037324
NSÍ852132917
HB741216813
B36733110512
07 Vestur822413188
Víkingur722312188
EBS/Skála80176311
TB/FSV/Royn70162361
Máltindurin 
Heidi Sevdal NSÍ17
Durita Hummeland KÍ6
Eyðvør Klakstein KÍ6
Margit Kwao 07 Vestur6
Rebekka Benbakoura KÍ6

 

 

 

Leygardagin 27. mai

 

Víkingur – TB/FCS/Royn: Gunnar Eihilt Sivertsen kl. 13.15

 

Mánadagin 29. mai

 

2. hvítusunnudagur

 

EBS/Skála - KÍ: Annika Eliasen Breiðaskarð kl. 15.00

 

07 Vestur – HB: Dávid Waag Sjóstein kl. 19.00

 

B36 – NSÍ: Jógvan Vest kl. 13.00