Myndugleikarnir í Japan hava sent út flóðalduávaring, eftir at ein jarðskjálvti skakaði landnyrðingspartin av landinum í morgun. Sambært jarðfrøðistovninum í Tokyo var skjálvtin 7,1 á Richterstiganum.
Ein talsmaður fyri orkumyndugleikarnar sigur, at jarðskjálvtin kvetti elveitingina til tríggjar av reaktorunum á Fukushima-kjarnorkuverkinum, og at myndugleikarnir hava givið starvsfólkinum á verkinum boð um at fara í ein bygning, sum er tryggjaður ímóti jarðskjálvta.
Jarðfrøðistovnurin sigur, at miðdepilin í skjálvtanum var í Fukushima-umráðnum, og at elsteyrarnir og nógvir av teimum stóru bygningunum í Tokyo sveiggjaðu av ristingunum.