Aftur loyvt at drepa grind

– Um boðað verður frá grind, so verður hon hildin til, sigur Karl Johansen, sýslumaður í Norðoyggjum og Eysturoy

Sýslumenninir kring landið hava samskift við Jacob Vestergaard, landsstýrismann við fiskivinnumálum, og niðurstøðan er, at nú ber aftur til at halda grind til.

Hóast teir søgdu beint tað øvuta fyri ikki langari tíð síðani, so eru teir hálsaðir um.

– Hetta byggir á álit, eins og øll tilmælini, ið eru givin av myndugleikunum. Ein treyt er tó galdandi, og hon er, at almennu tilmælini um fjarstøðu, reinføri og um ikki at savnast í ov stórum tali skal haldast, sigur Karl Johansen.

Løgreglan fer tó ikki at ansa eftir og møguliga grípa inn, um tilmælini ikki verða hildin.

– Um almennu tilmælini um fjarstøðu, reinføri og um ikki at savnast í ov stórum tali verða hildin, so eigur einki at vera til hindurs fyri at halda grind til, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum.

Landsstýrismaðurin vísir á, at øll viðurskifti viðvíkjandi grindini eru ásett í grindareglugerðini og eru væl skipað av sýslumonnum og grindaformonnum. Hesir tryggja, hvør í sínum lagi, at galdandi tilmæli um frástøðu og hondreinføri verða fylgd, og at ansað verður eftir, at bert luttakarar sleppa fram at drápinum og upptøku, sleipi, merking, skifti, og tá skorið verður upp.

Landsstýrismaðurin metir, at skiftið av grindini eigur at verða avgreitt soleiðis, at ikki ov nógv fólk koma saman, tá seðlarnir koma út, og at tey, sum skera upp, halda seg til sín hval.

Yvirskipaðu skilhaldsreglurnar eru ásettar í § 9 í grindalógini. Øll, sum eru í grind á sjógvi ella landi, hava skyldu at lýða áheitanir, fyriskipanir, boð og forboð frá sýslumanni ella grindaformanni, sum fyriskipa grindadráp.

Løgtingslógin um grind er galdandi í øllum skeiðum sum hoyra einum grindadrápi til. Løgtingslógin ásetur heimildir, rættindi og skyldur teirra, sum við lóg og siðvenju hava myndugleika at fyriskipa grindadráp, umframt rættindi og skyldur teirra, sum eru í grind á sjógvi og landi.

Hvussu tað fer at rigga í veruleikanum, og um øll fara at halda tilmælini, má tíðin vísa.