Aftur til heimligu kappingina

Eftir tríggjar landsdystir innan eina viku, skulu fleiri av landsliðsleikarunum nú aftur í heimliga eldin, og tað kann hugsast, at avrikini leygardagin verða merkt av hesum

Manshondbóltur
Eftir eina viku við landsdystum hjá monnunum, verða aftur vanligir dystir á skránni hetta vikuskiftið, og fyri summar av leikarunum kann hetta helst gerast hampuliga strævið.
Tað er kanska serliga VÍF, sum kennir sviðan av hesum, men teir skulu so vera til reiðar, tá KÍF bjóðar teimum av í nýggja heimavøllinum, Hoyvíkarhøllini.
Kollfirðingar hava langt um leingi fingið styrkt sær um liðið við trimum jugoslaviskum leikarum, og teir sýndu seinasta vikuskiftið, at teir helst fara at verða ein sera góður styrkur hjá liðnum.
Tað krevst hinvegin eisini, um KÍF ætlar sær at taka VÍF. Sum vant teljast teir gulu millum allar sterkastu liðini í landinum, tó at teir longu hava tapt fyrsta dystin. Sum sagt, so kann tó verða, at ferðamøðin fer at gera um seg hjá VÍF, og spurningurin er so, hvørt kollfirðingar eru til reiðar at gera sær dælt av hesum.

Kyndil favorittur
Í Havn verður aftur hesa ferð ein grannauppgerð, tá Kyndil og H71 dystast.
Her er einki at ivast í, at Kyndil eru favorittar, men eins og fyri VÍF, so hevur Kyndil havt fleiri spælarar í landsliðshópinum, og hesir skulu so venja seg við at spæla í heimligu kappingini aftur.
H71 hevur higartil sýnt sera góðan stríðsvilja í fleiri dystum, men tá talan hevur verið um dystir móti ovaru støddu liðunum, so hava teir kortini verið ov stuttir. Skal eitt líkinda úrslit spyrjast burturúr hesaferð, so krevst í øllum førum, at stríðsviljin er til staðar.