Aftur til Scilly

Í dag fara tvær føroyskar bátsmanningar undir ferðina til Scilly-oyggjarnar at luttaka í HM kappingini í gig-róðri

 

Kappróður


Hetta er fjórða árið á rað, at tað stendur føroyskum bátum í boði at taka lut í HM kappingini á Scilly-oyggjunum, og hóast avrikini higartil hava verið heldur óstøðug, hava kappinginar sýnt, at føroyingar als ikki standa nakað aftan fyri hini londini, tá rógvast skal um kapp.


Nýggir bátar

Fyrstu tvey árini vóru tað bert vinnararnir av 10-mannafarskappingini, sum tóku lut á Scilly oyggjunum, og vóru føroysku umboðini her ávíkavíst Vestmenningur og Eysuroyingur. Ferðin hjá hesum varð goldin av Amarada Hess, sum eisini stóð fyri fyrireikingunum til ferðina. Í fjør hendi so eisini tað, at kvinnurnar á Jarnbardi sjálvar tóku stig til ferðina, og úrslitið hjá teimum var so avgjørt hitt besta, sum føroyskir bátar enn hava fingið. Hjá monnunum var tað eins og árið fyri Eysturoyingur, sum umboðaði Føroyar.

Í ár verða tað so tvær spildurnýggjar manningar, sum skulu taka lut í kappingini. Kappingin um at koma við til Scilly varð nevnliga umskipað í fjør, soleiðis at tað hjá monnum vóru seks-, átta- og tíggjumannafør, sum kappaðust, meðan fimm- og seksmannafør hjá kvinnunum kappaðust sínamillum. Úrslitið av hesum gjørdist, at Argjabáturin og Frúgvin vunnu rættin til luttøkuna, og tí verða tað hesir bátar, sum nú skulu umboða Føroyar.

Fyrio Frúnna er tó galdandi, at tað ikki er gjørligt hjá teimum at hava alla manningina við á ferðini, og tí hava tær fingið hjálp frá ávíkavíst Jarnbardi og Hvessingi. Sostatt verða tað ikki tvær púra óroyndar ? í hesum høpi ? manningar, sum fara avstað.


Hetta er annars fyrstu ferð, at Róðrarsambandið einsamalt stendur fyri fyriskipanini av ferðini. Eftir at Amarada Hess trý ár á rað hevur sent eina bátsmanning avstað, er skipanin í ár broytt soleiðis, at Amarada Hess rindar RSF eitt ávíst gjald, sum sambandið so sjálvt umsitur. Róðrarsambandið hevur so tikið avgerð um eisini at nýta nakað av veddingarpengunum til endamálið, soleiðis at ráð eru til at senda tvær manningar avstað.

Sjálv kappingin byrjar annars 5. mei, so ivaleyst verður meira at hoyra til avrikini hjá føroysku bátsmanningunum komandi dagarnar.