Afturgongdin steðgað

Tað er mangt sum bendir á, at stóra afturgongdin í búskapinum kring heimin er um at venda til framgongd. Tøl, kunngjørd í vikuni eru rættiliga positiv

Størsta hendingin í seinastu viku var, tá arbeiðsmarknaðartølini úr Amerika vórðu kunngjørd. Ein lækking á 325.000 arbeiðspláss var væntað, men kunngjørdu tølini vístu eina afturgongd á 247.000 arbeiðspláss, tá landbúnaðurin ikki er íroknaður.

Samstundis lækkaði arbeiðsloysið úr 9,5% niður í 9,4%, og hetta er fyrstu ferð, at arbeiðsloysið í USA lækkar síðani apríl 2008. Men hóast arbeiðsloysið lækkaði í juli verður væntað, at arbeiðsloysið framhaldandi fer at vaksa.

Kunngjørdu tølini viðførdu, at partabrøvini hækkaðu fríggjadagin, samstundis sum marknaðarrentan hækkaði, nú útlitini eru vorðin bjartari.

Seinasta vikan byrjaði eisini við positivum tíðindum úr USA. ISM vísitalið fyri framleiðslugeiran varð kunngjørt, og her var væntað ein hækking úr 44,8 upp í 46,5, men hækkingin gjørdist heilt upp í 49,9 fyri juli.

Talið er tó framvegis undir 50 og tað merkir, at talan enn er um afturgongd í USA. Væntað verður tó, at vísitalið fyri framleiðslugeiran fer at kvinka upp um 50 einaferð seinni í summar, og tað verður tá eitt tekin um, at búrkapurin vendir frá afturgongd til framgongd.

Eisini PMI vísitølini fyri fleiri europeisk lond vístu framgongd, samstundis sum positiv tíðindi eru at frætta fyri bilasølu og byggivirksemi.

 

Rentufundir

Tøl fyri, hvussu nógv sethús eru í gongd við at verða seld, tað sonevnda Pending Home Sales, vórðu kunngjørd seinasta týsdag. Tey vístu eina framgongd á 3,6% frá mai til juni.Hetta stuðlar sjálvandi undir postivu gongdina á amerikanska sethúsamarknaðinum, sum hevur verið seinastu tíðina.

Nýggjastu tølini frá danska tjóðbankannum vísa, at gjaldoyragoymslan framhaldandi hækkar. Gjaldoyragoymslan var í juli 336,4 milliardir krónur, og av tí, at goymslan er so høg eru útlit fyri, at leiðandi danska rentan fer at lækka enn meira, hóast ein tíð kan ganga, áðrenn tað hendir.

Sum væntað broyttist leiðandi rentan hjá ECB ikki hósdagin eftir rentufundin hjá europeiska miðbankanum. REFI, sum er heitið á leiðandi stýringsrentuni í evrulondum, er framvegis 1%, meðan leiðandi danska útlánsrentan, REPO, framvegis er 1,55%.

Eisini Bank of England hevði rentufund hósdagin. Her tók enski tjóðbankin øll á bóli, ikki við at broyta rentuna, men við at kunngera, at bankin fer at víðka keypiætlanina av virðisbrøvum við 50 milliardum pundum til íalt 175 milliardir pund.

Hetta gjørdi, at renturnar á bretskum statslánsbrøvum fullu, samstundis sum bretska gjaldoyrað viknaði.

Kelda: Føroya Banki

 

PMI: Spyrjirunda, har mett veðrur um útlitini hjá stórum fyritøkum í Europa. Er vísitalið størri enn 50 væntast búskaparlig framgongd, er tað undir, væntast afturgongd.

 

ISM: Spyrjirunda, har mett verður um útlitini hjá stórum fyritøkum í USA. Er vísitalið størri enn 50 væntast búskaparlig framgongd, er tað undir, væntast afturgongd.