Afturlítandi: Hetta skrivaði Sosialurin tá Eik fór á heysin

Síðst í september 2010 kallaði leiðslan í Eik inn til tíðindafund, har kunnað var um, at bankin nú var farin á heysin. Hetta skrivaði Sosialurin tá.

Hetta skrivaði Sosialurin í blaðnum 1. oktober 2010, tá ið Eik Banki var farin av knóranum. Tí tað var júst á tíðindafundi hjá bankanum 30 september 2010, at Føroya fólk vórðu kunnað um, at leiðslan hevði kastað handklæðið í ringin og latið Fíggjarligt Støðufesti bjarga bankanum. Í dag byrjar rættarmálið móti gomlu leiðsluni í kollsilgda Eik banka í Føroya rætti. 100 dagar eru settir av til rættarmálið í ár, og nakrir dagar aftrat eru settir av í 2019. 

 

Restin av hesari greinini varð prentað 1. oktober 2010. 

 

______

 

 

 

Erligur Bjellvåg - Vit hava ikki dugað nóg væl

 

Á tíðindafundi í gjárkvøld boðaði nevndarformaðurin í Eik Banka, Odd Bjellvåg, sum væntað frá, at leiðslan hevði kastað handklæðið í ringin.

 

Eftir Leo Poulsen, 1. oktober 2010 

 

 

Longu mitt í gjár kundi Por­talurin boða frá, at Eik Banki sum vit kenna hann, var farin í søguna. Hetta gjørdist greitt, tá boðini komu um, at Fíggjareftirlitið og Finansiel Stabilitet vrakaðu bjarg­ingarætlanina, sum leiðslan arbeiddi við.

Á tíðindafundinum kundi Odd Bjellvåg greiða frá, at somu instansir – Fíggjareftirlitið og Finansiel Stabilitet – sum ráddi leiðsl­uni til at arbeiða eftir ávísum leisti, eisini vrakaðu henda leist seinnapartin í gjár. Og tað, viðgekk Odd Bjel­lvåg, kendi hann seg drignan upp á tráð av. Men hann var eisini rættiliga erligur, tá hann var spurdur um orsøkina til, at tað gekk so galið hjá Eik Banka.

– Vit hava havt ov vánaliga kredittstýring og ov vánaliga kredittspjaðing, tað er størsta orsøkin, segði Odd Bjellvåg. Somuleiðis váttaði hann, at teir stutt sagt ikki høvdu verið nóg dugnaligir á hesum økinum. Eik Banka samtakið er farið undir Finansiel Stabilitet, og tað merkir í veruleikanum, at partapen­ingurin í bankanum er burtur.

Hinvegin ávirkar kollapsið av Eik ikki viðurskiftini hjá starvsfólkunum, sum fylgja við yvir í Finansiel Stabilitet, eins og innistandandi hjá fólki og fyritøkum er trygt.

Kaupthing- milliónir ov lítið
Á tíðindafundinum kundi Odd Bjellvåg boða frá, at hann seinnapartin hevði fingið tilsøgn frá Kaupthing í Íslandi upp á 600 milliónir krónur. Leiðslan í Eik Banka kennir seg illa viðfarna av Fíggjareftirlitinum.

– Tað er ógjørligt at ímynda sær, at um Danske Bank og Nordea í senn komu í somu fíggjarligu støðu sum Eik Banki, at donsku peningastovnarnir bert høvdu fingið 57 tímar at funnið íleggjarar til tað, sum svarar til 20% av danska BTÚ, segði Odd Bjellvåg.

Tað kom annars sum ein saltvatnsinnspræning, tá boð komu úr Íslandi seinnapartin í gjár um, at Kaupthing Bank vildi geva tilsøgn um 600 milliónir í kapitali.

– Treytirnar vóru tó tær somu, sum TF Holding setti, nevniliga at peningurin skuldi nýtast at bjarga før­oyska partinum av Eik Banka samtakinum, sigur Odd Bjellvåg.

 

 

Men hetta gjørdist alt til fánýtis, tí tað, sum lat seg gera politiskt og juridiskt mánadagin, var ógjørligt hósdagin, nevniliga at skilja partin í Føroyum frá partinum í Danmark. Tilboðið úr Íslandi vísti seg tí at verða ov lítið ov seint.

 

 

Kundu fingið neyðuga kapitalin

Odd Bjellvåg er sannførdur um, at um tíðarfreistin ikki hevði verið ótrúliga stuttu 57 tímarnir, kundi bankin havt útvegað neyðugu íleggjararnar.

 

 

– Eg haldi, at tað var eitt ótrúliga flott tilboð, vit fingu úr Íslandi, segði Odd Bjellvåg á tíðindafundinum yviri við Strond í gjárkvøldið. Hann heldur, at størsta orsøkin til, at tað ikki eydn­aðist at útvega neyðugu 2,2 milliardirnar til at bjarga samlaða samtakinum, var sera stutta tíðarfreistin á 57 tímar.

 

 

– Innanfyri hesar 57 tím­arnar høvdu vit fingið til­søgn um eina milliard undir ávísum treytum, og eg eri onga løtu í iva um, at vit kundu havt savnað hinar 1,2 milliardirnar, um vit fingu eitt rímiligt skotbrá, segði Odd Bjellvåg.

 

 

Hann vísti á, at íslendingar framvegis tjena pengar, og at møguleikin hjá teimum at gera íløgur úti í verð ikki eru so stórar.

 

 

– Teir hava ikki nógvar aðrar møguleikar at gera íløgur enn í Føroyum, og íslandssáttmálin ger tað eisini lagaligt hjá teimum. So tað er ein upplagdur møguleiki, segði Odd Bjellvåg. Sum alternativ nevndi nevndarformaðurin eisini Noregi, sum er stúgvandi fult av pengum.

 

 

– So at funnið neyðugu ílegg jararnar haldi eg ikki hevði verið ein trupulleiki, um vit bert fingu eina rímiliga tíðarfreist, segði Odd Bjellvåg.

 

 

Dugnalig starvsfólk

Nevndarformaðurin í Eik Banka, Odd Bjellvåg, royndi á ongan hátt at skjóta ábyrgdina av ólukku støðuni, bankin er komin í, yvir á nakran annan.

 

– Landsstýrið hevur tikið støðu út frá tí, teir meta er best fyri landið, og eg vil á ongan hátt illneitast inn á teir fyri tað. Vit skulu minnast til, at tað fyrst og fremst er nevndin og leiðslan, ið hevur komið Eik Banka í hesa støðuna, segði Odd Bjellvåg á tíðindafundinum.

 

 

Hann hevði eisini bara rósandi orð til starvsfólkið í bankanum.

 

 

– Eik Banki eigur sera dugnalig starvsfólk. Og eg vil fegin takka teimum fyri teirra ídni og ágrýtni, ikki minst hesar seinastu dagarnar, ið hava verið sera strævnir. Starvsfólkið eigur ongan lut í teirri vána støðu, bankin er komin í, og teir feilir, ið eru gjørdur, eru gjørdir á direktiónsstigi, segði Odd Bjellvåg á tíðindafundi í Eik Banka í gjárkvøldið.