Triðja dystin upp í slag sigur Jóan Símun Edmundsson á bonkinum hjá Arminia Bielefeld. Føroyski landsliðsspælarin hevur verið fastur maður á liðnum síðani hann kom til felagið, men ein afturlegging í toppdystinum móti Hamburg SV tykist hava kostað honum dýrt.
Tá endaði Arminia Bielefeld við at spæla javnleik 1-1, eftir at Jóan Símun Edmundsson í fyrra hálvleiki hevði verið óansin og spælt ein áleypara hjá Hamburg púra leysan. Í hálvleikinum var hann skiftur út og hevur ikki verið á vøllinum síðuni.
Liðið vann síðani 1-0 á Dresden og tapi 3-2 í steypakappingini móti Bundesligafelagnum Schalke 04. Í dag spælir Arminia Bielefeld móti Holstein Kiel í 2. Bundesliguni og Jóan Símun Edmundsson situr aftur á bonkinum.