Hizbollah hevur skotið fleiri hundrað rakettir og dronur eftir málum í Ísrael seinastu tíðina. Flestu rakettirnar eru skotnar niður, men fleiri hava eisini verið orsøkin til eldar har norðuri í Ísrael.

Ágangur frá Hizbollah kann føra til víðkan av krígnum

Síðan kríggið brast á millum Ísrael og Hamas hava javnan verið samanbrestir millum Ísrael og Iran-stuðlaða Hizbollah-felagsskapin í Libanon.

Hizbollah hevur skotið fleiri hundrað rakettir og dronur eftir málum í Ísrael seinastu tíðina. Flestu rakettirnar eru skotnar niður, men fleiri hava eisini verið orsøkin til eldar har norðuri í Ísrael.

Talsmaðurin fyri ísraelska herin, Daniel Hagari, sigur í einari video-upptøku á enskum í kvøld, at ágangurin frá Hizbollah-felagsskapinum í Libanon skjótt kann føra til eina víðkan av krígnum í Miðeystri.

Eins og uppreistrarbólkurin í Jemen, sum hevur skotið rakettir eftir skipaferðsluni í Reyða Havium, verður stuðaður úr Iran, verður Hizbollah í Libanon tað eisini.

Nú ávarar IDF, sum er ísraelski herurin, um, at kríggið í Miðeystri skjótt kann mennast og víðkast, soleiðis sum ágangurin í seinastuni hevur verið frá Hizbollah í Libanon. 

- Ágangurin frá Hizbollah liggur á markinum til tað, sum kann gerast ein víðkan av krígnum, og hetta kann fáa oyðileggjandi avleiðingar fyri Libanon og Miðeystur, sigur Daniel Hagari í video-upptøkuni.

Síðan kríggið brast á millum Ísrael og Hamas hava javnan verið samanbrestir millum Ísrael og Iran-stuðlaða Hizbollah-felagsskapin í Libanon.

Hizbollah hevur skotið fleiri hundrað rakettir og sent dronur eftir málum í Ísrael seinastu tíðina. Flestu rakettirnar eru skotnar niður av ísraelsku loftverjuni, men fleiri hava verið orsøkin til eldar har norðuri í Ísrael.

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í kvøld.