Agurkulív!

Søga

Agurkan fetti sær á. Plássið var ikki av tí mesta, men kortini fekk hon so nøkulunda strekt seg. Allar hinar agurkurnar lógu so pinnastillar ? eingin gjørdi sum mikið sum eitt spjálk! Agurkan hugsaði við sær sjálvari, at um hetta fór at vera lagið, fór ferðin at gerast drúgv.
Tankarnir fóru at sveima, og brátt var hon aftur í vakstrarhúsinum á Fjóni. Hon sá alt so týðiliga fyri sær ? plantuna, har hon hevði verið blomstur og síðani varð búnað og knappliga var fullvaksin - mintist, at tær fullvaksnu agurkurnar høvdu givið henni góð ráð. Tær fullvaksnu vóru so gløggar og tað, tær søgdu, var vert at leggja sær í geyma. Hon mintist serliga, at tær høvdu tosað um ES og um allar reglurnar, sum skuldu haldast, skuldi tú ikki enda í skeivum kassa! Tað var ikki lukkuligt, um tú endaði í skeivum kassa. Tá var ov seint at minnast til at strekkja seg og leggja sær nakað, tær nevndu "krumningsskalaen", í geyma. Hetta var øgiliga umráðandi hetta við "krumningsskalaen". Tað var nakað, tey í ES høvdu álagt øllum ES agurkum. Og hon visti, at Danmark var limur í ES og sostatt vóru nakrar fastar reglur, hon mátti minnast til. Á, sum tað mangan hevði verið torført at minst til. Onkuntíð hevði hon havt bestan hug at krúlla seg saman á stelkinum, men so var onkur vaksin agurk, sum minti hana á, at reglurnar máttu haldast, vildi hon enda í góða kassanum. Og so hevði hon roynt at hugsa um okkurt annað ? ta stóru verð, sum hon vónaði, at hon eisini fór at uppliva! Nei, nú var best ikki at droyma ov nógv. Nú ráddi um at vera vakin.
Hon var als ikki fyrireikað, tá urtagarðskonan kom inn í vakstrarhúsið og hugdi yvir ímóti, har hon hekk. Hon hoyrdi hana tosa við hjálparfólkið og hon fekk ordiliga ilt í búkin av spenningi ? hevði bestan hugin at gera vart við seg og rópa:" Hygg henda veg ? tak meg við", men tað tordi hon hóast alt ikki. Valdi at vera heilt kúrr, tí um hon nú ikki slapp við hesaferð, so fór hon at hoyra fyri tað í fleiri dagar. Hinar agurkurnar fóru at speireka hana og halda, at hon helt seg vera nakað serligt! So hon valdi at vera kvirr og toyggja seg tað, hon var ment, júst sum hon sá allar hinar agurkurnar gera, og mín sann, um hon ikki var vald burturúr! Og hon varð løgd í góða kassan. Hurrá! Hondhentað og løgd undir liðina á øllum hinum fyrsta floks agurkunum. Hvat meira kundi ein ynskja sær! Hon hevði ikki gjørt sær fyri skommum, heldur tvørturímóti ? um hon toygdi seg tað, hon var ment, var hon ein av teimum longstu agurkunum og hon helt eisini sjálv, at hon hevði tað heilt rætta, grøna ES-dæmið. Mintist eisini, at ein eldri, súltað agurk, sum stóð í einum glasi skamt frá hennara stelki í vakstrarhúsinum, hevði tosað um "teir góðu gomlu dagarnar", tá ein agurk var ein agurk, og eingin tók avgerð um, hvussu hon skuldi síggja út. Tá kundu tær vaksa sum tær høvdu hug til ? kronglutar og bronglutar og snaraðar, um tað var tað, tær vildu. Ja, hon hevði hoyrt sum slatur, at onkur hevði havt skap sum ein húkur! Hon gnisaði innantanna.
Hon helt ikki, at tað var serliga spennandi at enda sum ein súr agurk í glasi. Nei, hon hevði størri dreymar. Hon vildi antin vera partur av einum salati, ella kanska verða skorin í tunnar flísar, og verða løgd omaná onkran viðskera. Tað allarkulasta hevði verið at sloppið í í ein barnamatpakka. Hugsa sær til at verða pakkað út saman við kanska 20 øðrum matpakkum! Og kanska hevði hon møtt onkrari av vinkonunum. Nei, hon tordi ikki at hugsa tankan lidnan. Hon sá øll hesi ótrúliga fittu barnaandlitini fyri sær rundan um borðið í barnagarðinum. Nei, best var ikki at droyma alt ov nógv. So var vónbrotið ikki so heilt ógvusligt, gekk tað ikki sum væntað.
At endað á onkrum hotelli hevði eisini verið rættiliga kul. Tað var næstan ov vilt! Á, at verða útvald og sleppa í eitt salatbland á einum hotelli! Kundi hent seg, at onkur tomat tá hevði hug til eitt gott prát í salatskálini.
Og nú var hon á veg. Á, sum hon var spent. Knappliga varð kassin lyftur upp ? sum hon gjørdist skøkk! Tað var ikki sørt, at hon bliknaði! Og onkur tosaði um "flyvefragt"; nú fekk hon ordiliga ilt í búkin aftur. Hesum hevði hon ikki roknað við. At sleppa at flúgva! Hon hevði hoyrt sum sleyg, at nógvar agurkur ferðaðust við skipi og hevði alla tíðina væntað, at hon eisini skuldi ferðast sjóvegis, men nú var hon sum steinrunnin. Hon hugdi rundan um seg ? eingin av hinum agurkunum segði eitt kis ? tað var sum í grøvini. Vorðin sum skelkur. Bara tað fór at gangast væl. Hon hevði ikki hóming av, hvussu hetta fór at spæla av. Bara hon ikki gjørdist bleyt mitt í øllum av berari strongd. So var spælið úti - tað visti hon. Hon beit á kampi og bíðaði.
Hon mundi hava durvað, tí knappliga, og áðrenn hon varnaðist, var hon úti í frískari luft. Nei, hatta var ikki nakað serligt. Hon vendi sær ímóti agurkuni undir liðini og spurdi, hvussu hon hevði havt tað undir flúgvingini. Vinkonuagurkan var ikki nakað serliga prátingarsom, men hon fekk so sagt, at hon hevði verið so ring í luftverki allan vegin Hon helt eisini, at hon var afturfarin.
Agurkan var glað, at hon hevði onkra at tosa við ? kanska var tað so forkunnugt, at tær báðar komu at liggja undir liðini á hvørjari aðrari, tá tær vóru komnar vegin fram.
Nú var aftur onkur, sum lyfti kassan og setti hann í ein vøruvogn. Agurkan royndi at lurta, hvat tosað varð um og hvagar leiðin gekk, men hon skilti ikki málið, so hon valdi at fáa sær ein góðan blund.
Eftir drúgva løtu, tá hon var raknað við aftur, merkti hon aftur, at kassin varð lyftur og settur í ein goymslubygning. Her vóru nógvir aðrir kassar, sum hon als ikki hevði vitað um, vóru til. Í onkrum var nakað, tey róptu auberginir, hon kendist ikki við navnið, men har yviri sá hon, at tomatirnar búðu, so tað mundi ikki vera so heilt burturvið at búgva her eina skamma stund.
Nú visti hon, at endastøðin var ikki langt burturi. Hon var ikki sørt spent, tí nú var hon til reiðar at verða keypt. Hon visti, at tá hon varð løgd í ein disk við nógvum ljósi, so var bara eitt at gera, og tað var at síggja gott út. Hinvegin, so var eisini at ansa sær og ikki virka alt ov innbjóðandi, tí so bleivst tú handfarin bæði tíðliga og síðla og tað sást aftur! Tú gjørdist bleyt og fekst sár. Vandin lúrdi alla tíðina.
Nú hendi aftur okkurt ?nú var kassin aftur lyftur inn í ein bil, og nú var túrurin ógvuliga stuttur. Hvar mundu tær enda? Hon helt seg hoyra okkurt, sum ljóðaði sum "keypmaðurin úti í Grønlandi", men hon skilti bara danskt og hevði ongan at spyrja. Á dú, bara hon ikki skuldi upp í ein flúgvara aftur, tí Grønland, sum var einasta orðið, hon kendist við, visti hon var fjarskotið, og hon tordi ikki í ein flúgvara aftur í bræði. Vinkonan var eisini øgiliga spent - hon hevði líkasum fingið dirvi aftur og var ikki sørt ernað.
Á hvat var hatta? So nógv ljós og so nógv sløg av grønmeti ? hon helt seg hóma persilluna. Hon stóð har so frísut og helt seg vera. Løgið at hon ikki hevði hampað seg eitt sindur um høvdið, nú hon skuldi standa soleiðis uppá stás. Henni hevði ongantíð dámað persillu, hon var so sjálvgóð og stolt. Men hygg, har vóru tomatirnar og salathøvdini, so var ikki heilt eiðasørt. Salathøvdini gjørdu ikki haltari hønu mein og vóru so friðarlig, og kom hon at liggja undir liðini á teimum skamma stund, var tað í fínasta lagi. Teimum hevði hon einki ímóti.
Nú varð hon tikin úr kassananum saman við øllum hinum agurkunum. Gentan, sum handfór tær, legði tær varisliga niður á agurkuplássið. Til høgru var bert ein veggur, men til vinstru helt hon seg hóma cherrytomatirnar. Nú var spenningurin næstan ov nógvur. Hvussu mundi fara at vera? Kanska var tað at gerast partur av salatblandi ikki so galið kortini. Har var so altíð okkurt grønmeti, tú kundi tosa við. Og litfagurt fór tað óivað at gerast. Kanska bleiv tað ov turrisligt við viðskeranum ? hon visti, at livurpostei var ikki serliga prátingarsamt ? tað lá bara so grátt og keðiligt á breyðinum. Har var lítið at vænta, helt hon. Nú hoyrdi hon onkran tosa ? ljóðið kom nærri og nærri ? hon helt seg hoyra orðið salat ? bara hon slapp við í innkeypsvognin. Hon vendi sær móti agurkuvinkonuni og segði henni farvæl, tí hon hevði varhugan av, at hon fór at blíva vald. Ein hond tók hana og legði hana í vognin saman við salathøvdinum, tomatunum og nøkrum, tey róptu reyða piparfrukt. Agurkan andaði djúpt og legði seg so væl til rættis millum salathøvdið og tomatirnar. Tær rodnaðu eitt sindur - vóru heldur shei, men fingu so aftur vanliga dæmið. Soleiðis vóru tomatir ? tað hevði hon fingið at vita, tá hon var lítil smágentuagurk. Á, sum tað var deiligt, at hon slapp við í innkeypsvognin. Nú kom henni til hugs tað, hon hevði hoyrt í vakstrarhúsinum. Hetta var hennara lívsleið - tað kendist so rætt. Nú slepti hon endanum og lat standa til. Nú var bara at njóta løtuna! Nú byrjaði rætta agurkulívið!