Stóra landaplágan “Áh, um eg kundi” verður hóskvøldið at hoyra í Sirkus, tá Ingun Simonsen spælir eina forkunnuga konsert har.
Ingun, ið nú eitur Gorms til eftirnavn, átti eitt av heilt stóru føroysku hittunum í 80’ árunum, lagið “Áh, um eg kundi” av LP’ini við sama navni, ið kom út í 1984, Ingun gav í 1987 út enn eina LP, “Eg vil liva”. Sìðan tá hevur hon luttikið á báðum fótbóltsfløgunum, 12. maður í 1998 og Vit herja á frá 1990.
Men síðan hevur ikki nógv verið at hoyrt til Ingun á føroyska tónleikapallinum, føroyingar vórðu tó mintir á dygdirnar hjá Ingun, tá hon herfyri varð umrødd í “Minnist tú enn” sending hjá Kringvarpinum.
Tá Jan Petersen í januar gav út sína fyrstu útgávu sum solistur, so átti Ingun eisini eitt av løgunum á henni, og nú verður so høvi at hoyra hana á konsert í Føroyum.