Síðani 2006 hevur Fimmboði Lisberg við hjálp frá øðrum arbeitt við at gagnnýta vatnið úr Sumbiarbergholinum. Fyrstu tíðna vóru dunkar við 20 litrum av vatni seldir, men ætlanin var alla tíðina at gera eitt meira eksklusivt konsept. Og tað konseptið hevur nú verið roynt í eina tíð.
Basalt skal fyrst og fremst á norðureuropeiska matstovumarknaðin, tí har er besti møguleikin at vinna inn á matstøðum og gistingarhúsum við vatninum.
Í dag demonsteraði Fimmboði tað góða føroyska vatnið í Miklagarði í SMS, har nógv fólk hava nýtt høvið at smakka tað góða vatnið. Nú er eisini møguligt at fáa Basalt við kolsýru, sum riggar væl til betri døgurðar.
Fimmboði greiðir frá, at uttanlands økist áhugin fyri vatninum. Tað er serliga japanar, sum hava fingið eyguni upp fyri tí føroyska vatninum.
In.fo gjørdi eina interaktiva YouTube kykmyndasamrøðu við Fimmboða Lisberg í Miklagarði tíðliga seinnapartin í dag. Hon sæst og hoyrist við at trýsta á hesa leinkjuna: http://www.youtube.com/watch?v=BnztUuQITLU