AIK Stockholm gjørdist svenskur meistari

Í fjør megnaði KÍ javnleik 0-0 á ovara vølli í Gundadali í Havn í Europa League undankappingini

Svenska høvuðsstaðarfelagið, AIK Stockholm er fyri fyrstu ferð síðani 2009 svenskur meistari í mansfótbólti.

 

Hetta gjørdist veruleiki aftaná seinasta umfarið í Allsvenskuni í dag. AIK Stockholm og IFK Norrköping sum høvdu møguleikan at gerast meistari spældu bæði á útivølli. AIK Stockholm greiddi sín setning og vann 1-0 á Kalmar. IFK Norrköping vann eisini 1-0 á útivølli ímóti Häcken. Men AIK hevur tvey stig fleiri, og enda á 67 stigum, tvey stig frammanfyri kappingarneytarnar.

 

Robin Jansson skoraði sigursmálið hjá AIK Stockholm beint undan steðginum.

 

AIK Stockholm spælir sínar heimadystir á Friends Arena, ið eisini er leikvøllurin hjá svenska landsliðnum. Har tapti KÍ 5-0 í fjør í Europa League undankappingini, men í heimadystinum á ovara vølli í Gundadali í Havn megnaði KÍ ein flottan 0-0 javnleik ímóti AIK Stockholm.

 

Í fjør og fyrraárið gjørdist AIK Stockholm nummar tvey í kappingini.

 

Endaliga støðan í Allsvenskuni (livescore.com) :

 

1

AIK Stockholm

30

19

10

1

50

16

34

67

2

IFK Norrkoeping

30

19

8

3

51

27

24

65

3

Malmoe FF

30

17

7

6

57

29

28

58

4

Hammarby

30

17

7

6

56

35

21

58

5

Haecken

30

16

5

9

58

27

31

53

6

Oestersunds FK

30

15

4

11

51

39

12

49

7

Djurgaarden

30

13

9

8

40

31

9

48

8

GIF Sundsvall

30

12

8

10

47

35

12

44

9

Oerebro

30

9

8

13

34

40

-6

35

10

Kalmar FF

30

9

7

14

27

35

-8

34

11

IFK Gothenburg

30

9

4

17

38

53

-15

31

12

Elfsborg

30

7

9

14

29

41

-12

30

13

Sirius

30

8

6

16

37

61

-24

30

14

Brommapojkarna

30

8

2

20

25

64

-39

26

15

Dalkurd FF

30

6

6

18

30

57

-27

24

16

Trelleborgs FF

30

3

6

21

24

64

-40

15