Ajax vann á oddaliðnum á heimavølli

Ejstrup-Hærvejen vann - Ydun tapti

Øll trý føroyingaliðini í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum vóru í leiki í dag.

 

Elsa Egholm, Vár og Lív Zachariasen (myndin), og liðfelagar teirra í Ajax vunnu á heimavølli í Bavnehøj Arena ein flottan 26-22 sigur á greiða oddaliðnum í deildini, Holstebro. Í steðginum var Ajax eisini frammanfyri við fýra málum. Tá var støðan 16-12.

 

Vár skoraði trý mál, Elsa skoraði tvey mál og Lív skoraði eitt mál.

 

Ajax er næstfremst í deildini við 26 stigum. Holstebro er framvegis greitt oddalið við 32 stigum.

 

Rannvá Olsen og liðfelagarnir í Ejstrup/Hærvejen vunnu á heimavølli í Ejstrupholm høllini stórsigur 31-21 á Gudme. Í fyrra hálvleiki vóru Rannvá og liðfelagarnir flúgvandi. Í steðginum vóru tær greitt á odda 19-10.

 

Rannvá skoraði fýra mál. 

 

Ejstrup/Hærvejen er nummar sjey í deildini við 15 stigum. Talan var um triðja sigurin á rað hjá Ejstrup/Hærvejen.

 

Brynhild Pálsdóttir, Marianna G. Eystberg og liðfelagarnir í Ydun taptu á útivølli 26-29 fyri Rødovre. Í steðginum var støðan javnleikur 13-13.

 

Brynhild var við fimm málum næstbesti málskjúttin hjá Ydun. Marianna skoraði eitt mál.

 

Ydun er triðaftast í deildini við 12 stigum. Tær eru eitt stig frá fjórðaftasta plássinum, ið kann bjarga plássinum í deildini aftaná lokið kappingarár.

 

Í bestu deildini vann liðið hjá Maritu Mortensen, HØJ í Ølstykke høllini 33-29 (14-11) á Bjerringbro. Marita var noterað fyri eitt upplegg til mál.

 

HØJ er nummar 10 í deildini við 12 stigum. Tær eru eitt stig frá Silkeborg-Voel, ið er á gylta áttanda plássinum, ið gevur atgongd til ovara endaspælið aftaná lokið grundspæl.