info
Ongi úrslit

Ajax var fyri stórtapi á heimavølli

Liðið hjá Súnu K. Hansen og Brynhild Pállsdóttir tapti 20-35 fyri Nykøbing Falster

Heri Simonsen
16. september 2023 kl. 15:35

Føroyingaliðið í bestu donsku hondbóltsdeildini, Ajax tók í dag móti Nykøbing Falster á heimavølli.

Dysturin endaði við stórsigri 35-20 til Nykøbing Falster. Í steðginum var Nykøbing Falster á odda 17-9.

Súna K. Hansen gjørdist saman við Maju Eiberg næstbesti málskjúttin hjá Ajax. Tær skutu trý mál hvør. Toppskjútti var Cecilie Specht við fýra málum. 

Brynhild Pállsdóttir skoraði eitt mál fyri Ajax.

Ajax er aftast í deildini. Tær hava enn tað fyrsta stigið til góðar. 

Komandi mikukvøld klokkan 18 verður føroyingauppgerð. Ringkøbing við føroyska málverjanum, Rakul Wardum tekur ímóti Ajax á heimavølli. 

Í næstbestu deildini taptu Lív S. Poulsen og liðfelagarnir í TMS Ringsted í fyrsta dystinum hetta kappingarárið 23-35 fyri EH Aalborg á heimavølli.

EH Aalborg var á odda 14-8 í steðginum.

Lív skoraði trý mál.

 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

20 tímar síðan

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Fleiri tíðindi

Tíðindi

TIT fáa tryggar sømdir, meðan VIT fáa ógreið lyfti

5 tímar síðan
Hondbóltur

GOG-Aalborg beinleiðis á TV2

5 tímar síðan
Lesarabrøv

At einki gera er ikki ókeypis

5 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Italia megnaði javnleik á útivølli í Fraklandi

6 tímar síðan
Hondbóltur

19 føroysk mál í bestu íslendsku hondbóltsdeildini í kvøld

6 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: Føroyar - Slovakia

6 tímar síðan
Fótbóltur

Føroyar liva í vónini um at halda fram

7 tímar síðan
Tíðindi

Vesuvius og Napoli sædd úr rúmdini

7 tímar síðan
Ítróttur

U20 kvinnurnar í San Marino til EM undankapping

8 tímar síðan
Tíðindi

10 føroysk mál í heimasigri hjá Vali

8 tímar síðan
Tíðindi

European Cup: Góður endaspurtur tryggjaði H71 sigurin

8 tímar síðan
Hondbóltur

Karlskrona knógvaði fyrsta sigurin hetta kappingarárið

9 tímar síðan