Føroyska U17-gentulandsliðið í hondbólti fer at kappast í U18 EM-endaspælinum komandi summar.
Føroyar tryggjaðu sær annað plássið í EM-undankappingarbólkinum við greiðum 29-21 sigri á Turkalandi í høllini við Tjarnir. Í steðginum vóru Føroyar á odda 13-10.
Ísland vann fyrr í dag 27-22 (15-10) á Ísrael.
Ísland vann bólkin við seks stigum, og Føroyar gjørdust nummar tvey við fýra stigum. Turkaland hevur tvey stig á triðja plássinum, og Ísrael endaði aftast við ongum stigi.
EM-endaspælið verður leikt í Montenegro. 24 lið fara at kappast í endaspælinum.
Málskjúttar: Poulina á Heygum 7, Hanna Thomsen 7, Sunfríða Fonsdal Zachariassen 5, Andrea Heinadóttir 2, Óluva Kristiansen 2, Lea Traber Olsen 2, Nana Yaa Deku 2, Fía Nolsøe 1, Gyða Beate Djónadóttir 1.
Ígjár taptu Føroyar 17-21 (10-12) fyri Íslandi.
Málskjúttar: Gyða Beate Djónadóttir 3, Hanna Thomsen 3, Poulina á Heygum 3, Andrea Heinadóttir 2, Karin Signhildardóttir 2, Fía Nolsøe 2, Lea Traber Olsen 1, Olivia Kristiansen 1.
Fríggjakvøldið vunnu Føroyar 32-30 (11-15) á Ísrael.
Málskjúttar: Poulina á Heygum 7, Fía Nolsøe 6, Sunfríða Fonsdal Zachariassen 5, Hervør Hansen 4, Olivia Kristiansen 4, Andrea Heinadóttir 2, Jóna Sólgerðardóttir 2, Gyðja Beate Djónadóttir 1, Hanna Thomsen 1.
Tíverri eru eingi málverju-hagtøl tøk. Rósa Herup Egilstoft og Sofía Sigurstein vardu skiftust um at verja føroyska málið.