Aktiv marknaðarføringí Hoyvík

Tað hevur sína orsøk, tá hondbóltsspælarar í H71 spæla við óvanligum tølum á bakinum, samstundis sum búnarnir hava skift lit í vetur

Hondbóltur

H71 líkist ikki akkurát sær sjálvum í ár. Vanliga hvíti búnin er í ár svartur, og tølini á bakinum eru ikki í teirri raðfylgju, sum tølini hjá hondbóltsspælarum. Tað kundi sæð út sum eitt skemtiligt átak frá spælarunum, men tað er kortini ein meining í galskapinum.
Undan hesum kappingarárinum gjørdu Kall og H71 nevnliga sponsoravtalu, og búnin og tølini eru beinleiðis partur av hesum.
Svarti búnin saman við orangjulittu tølunum eru nevnliga litirnir, sum Kall ger nýtslu av í lýsingum sínum. Og tølini á bakinum eru øll í 50’- og 70’unum. Altso byrjunartølini hjá fartelefonfeløgum hjá Kalli.
Hartil spæla allir spælararnir í orangjulittum skógvum, soleiðis at heildarmyndin av liðnum er í so neyvum samsvari við høvuðsstuðulin, sum tilber.

Nýggjur trendur
Og helst er talan um ein nýggjan trend innan marknaðarføring í Føroyum. Fyri stuttum sóu vit Kaupthing og HB gera nýggja sponsoravtalu, har tað av álvara varð lagt upp til eitt munandi meira aktivt samstarv, enn vanligt hevur verið. Millum annað við at navngeva HB-skýlið, eins og events av ymsum slag skulu fyriskipast til heimadystirnar hjá føroyameistarunum.
Upphæddirnar, sum Kall og Kaupthing rinda til ávíkavist HB og H71 eru ikki upplýstar, men sum skilst eru hesar væl omanfyri tað, sum vanligt hevur verið í Føroyum. Og tí er einki at ivast í, at hetta er nakað, sum fyritøkurnar síggja sum ein stóran møguleika í royndunum at branda fyritøkurnar. Ein branding, sum avgjørt eisini kann koma feløgunum til góðar, um hesi samstundis megna at optimera sína úrtøku úr sáttmálunum.