- Nú fer fyristøðumaðurin til Havnar at halda ólavsøku, meðan akurin stendur í besta blóma.
Soleiðis skrivar Bjørn Patursson á Facebook-síðuni - Koltur - nú ólavsøka av álvara stundar til, og ólavsøkuaftan er í morgin.
Leita vit á Facebook-síðuni um Koltur, síggja vit, at hin 10. september í fjør varð akurin skorðin. Av slagnum Tampar varð skurðurin 17 smá bundir, og av slagnum Sigur skórust 14 bundir.
- Ymiskar orsøkir vóru til, at vit skóru akurin tá - eitt nú tí, at J. P. Joensen skrivar í bókini "Fólk og mentan", at akrarnir vórðu skornir í september. Ein onnur orsøk var, at niðasti parturin av øksunum varð byrjaður at rotna niðri við rótina.
Lagt verður aftrat, at helst áttu tey í Koltri at havt bíðað einar tríggjar vikur aftrat, til “matur var komin í”, sum R. Rasmussen skrivar í "Sær er siður á landi”.
- Við hesum meinar hann helst, at kornaksini skulu hava tíð at búnast, ella taka neringina úr aksinum upp í kornið. Hetta mugu vit so taka við læru av. Kornið varð síðani skrásett hvørt slagið fyri seg og viðgað. Síðan vórðu bundini hongd at turka uppi í tróðrinum Uppi í Búð, verður m.a. sagt um akurskurin í Koltri í fjør.
Á Facebook-síðuni - Koltur - er nógv skrivað um akur og arbeiðið við akurskuri.