Alexis Sanchez er dømdur fyri skattasvik av sponsku mynduleikunum. Hann er dømdur at gjalda beint undir eina hálva millión krónur, umframt manglandi skattin, sum er áleið 7,5 milliónir krónur. Hartil hevur hann fingið ein dóm á hálvt annað ára treytaða fongsulsrevsing.
Les eisini: Skattasvik: Fyrst Messi - Nú Ronaldo
Í Spania er lóggávan soleiðis, at allar revsingar undir tvey ár, har lógarbrotið ikki hevur innihildið harðskap, sjáldan geva beinleiðis fongulsrevsing. Millum annað fekk Lionel Messi í 2016 ein dóm á 21 mánaðir, men skuldi ikki inn at sita. Soleiðis er eisini í hesum førinum við Alexis Sanchez, so leingi hann ikki brýtur lógina aftur.
Les eisini: Messi tapti kæruna
Í hesum førinum er talan um eina sak frá 2012 og 2013, har Alexis Sanchez skal hava fingið sær eina fyritøku í Malta, fyri at sleppa undan at gjalda skatt av sínum inntøkum. Núverandi Manchester United spælarin, spældi tá við FC Barcelona.
Fleiri spælarar og venjarar hava verið í rættinum í Spania fyri líknandi tilburðir. Millum teirra er Lionel Messi, Cristiano Ronaldo, José Mourinho, Javier Mascherano og Ricardo Carvalho. Sakin við Cristiano Ronaldo snýr seg um næstan 100 milliónir krónur.
29 ára gamli Alexis Sanchez, sum er úr Kili, hevur júst skift til Manchester United frá Arsenal. Bretskir miðlar meta, at hann fær eina vikuløn á áleið tríggjar til fýra milliónur krónur.