Í kvøld klokkan 19 verður eitt forvitnisligt mannfólkakvøld á Svangaskarði á Toftum. Tiltakið er partur av skránni fyri várdagar, sum vera hildnir í Nes kommunu í vikuni fyri bátafestivalin, sum verður leygardagin.
Tað er Tofta Ítróttarfelag, sum skipar fyri mannfólkakvøldinum, sum undanfarin ár hevur fingið góða undirtøku. Hetta er nevniliga triðju ferð, at mannfólkakvøld eftir hesum leistinum verður hildið á Toftum.
Nógv ymiskt verður á skránni í kvøld, og eitt nú fara Zacharias Hammer, fyrrverandi sjónvarpsvertur, og Magnus Rasmussen, løgtingslimur og fyrrverandi borgarstjóri í Runavíkar kommunu, at hugleiða.
Eyðun Jacobsen fer at syngja og vælkendu vespurnar úr Vespureiðrinum, Jonhard H. Hansen og John Andersen, fara at undirhalda.
Tað verður Alfred Olsen, fyrrverandi løgtingslimur og skrivari í Nes kommunu gjøgnum mong ár, sum verður orðstýrari.
Á tiltakinum verður eisini borðreitt við leskiligum smyrjibreyði.