Nú verður ein tómur aliringur lagdur út á Hvalbiarfjørð, soleiðis at greiða kann fáast á, um tað ber til at ala á fjørðinum. Aldumátingar eru gjørdar, og alt bendir á, at fjørðurin er væl egnaður til aling.
Tað er eitt einmælt bygdaráð í Hvalbiar kommunu sum mælir til, at alifelagið Faroe Farming kann sleppa at ala á fjørðinum, men enn eru ikki øll loyvi hesum viðvíkjandi komin upp á pláss.
Bygdaráðið heldur, at tað hevur tikið alt og langa tíð hjá myndugleikunum at avgreiða hetta mál, men fegnast um, at komið er nú har til, at felagið hevur fingið loyvi til at leggja ein tóman aliring út á fjørðin fyri at vita, um fjørðurin er egnaður.
- Tað er Landsverk, sum hevur givið hetta loyvi, treytað av, at ringurin ikki liggur á siglingarleiðini inn og út eftir Hvalbiarfirði. Ringurin verður lagdur nakað uttan fyri Boðan á fjørðinum og kemur tískil ikki á nakran hátt at liggja til fortreð.
Tað sigur borgarstjórin í Hvalbiar kommunu, Trúgvi Gudmundarson, sum fegnast um, at Faroe Farming nú so smátt sleppur at royna seg á fjørðinum.
- Vit í bygdaráðnum halda, at málið átti at havt gingið skjótari, men vit fegnast almikið, nú líkt er til, at gongd er í. Tá málið kemur har til, at Faroe Farming hevur brúk fyri landstøð, hava vit fleiri øki, har ein slík støð kann leggjast, sigur borgarstjórin.