- Eg síggi fyri mær, at alivinnan kann fleirfaldast, tí kring allan heim bara veksur eftirspurningurin.
Tað sigur 44 ára gamli Ragnar Joensen, sum eftir skjótt trý ár sum stjóri fyri alingini hjá Marine Harvest í Norra nú fer eitt stig víðari. Í nýggja starvinum skal hava hava ábyrgdina av menning og nýskapan av alitøkni hjá Marine Harvest kring allan heim.
– Mín lutur í hesum verður, at eg nú skal vera leiðari fyri tí at menna tøkni í Marine Harvest, og tað síggi eg sum ótrúliga spennandi, tí har er hent nakað. Ótrúliga nógv er vaksið um framleiðsluna, men enn er øgiliga nógv eftir at gera, og tað verður spennandi at vita, hvar alingin er um 10-15 ár, sigur Ragnar Joensen.
– Í Norra hevur ein fakbólkur arbeitt við, hvussu stór alingin í Norra kann verða, og har verður sagt, at alingin kann seksfaldast áðrenn 2050. Hesin sami bólkur segði fyri 10 árum síðani, at í 2010 skuldi tað bera til at koma upp á eina millión tons, men hóast tað var órealistiskt tá, at fara frá 500.000 tosum upp í eina millión, varð tað málið rokkið í 2010.
Ragnar Joensen heldur tó ikki at vit skulu vænta, at føroyska alingin verður seksfaldað, tí ov lítið aliøki er í Føroyum til tað, og heldur ikki eru somu vakstrarmøguleikar í Føroyum sum í Norra, har tey hava langar strendur og nógvar firðir.
– Men hinvegin hava tað jú altíð verið avmarkingar, sum tó hava flutt seg. Eg minnist, at í 2000 varð sagt, at Føroyar kundu ikki bera meira enn 40.000 tons, men nú er alingin komin upp á 60.000 tons og tað gongur væl, sigur hann.
Ein longri samrøða við Ragnar Joensen er í VINNA, sum kemur út saman við Sosialinum ídag. Blaðið kann eisini keypast online við at TRÝSTA HER.