Allar grundir til at verja Obama

Seinastu 40 árini hava allir amerikanskir forsetar verið fyri drápsroyndum. Øll hugsandi trygdartiltøk verða tí sett í verk, nú Obama og kona hansara koma til Noregs. Tá Barack Obama og kona hansara Michelle koma til Noregs at taka ímóti friðarheiðurslønini, verður talan um heimsins strangastu og mest umfatandi trygdartiltøk.

Og hetta er ikki av ongum.

Allir amerikanskir forsetar seinastu 40 árini hava verið fyri drápsroyndum.

- Tí kemur Barack Obama til Noregs undir teimum villastu og mest umfatandi trygdartiltøkum, ið hugsast kunnu. Obama er kanska heimsins mest útsetti persónur, sigur USA-serfrøðingurin og yvirgangsgranskarin, Anders Romarheim.

Norska Dagblaðið hevur hugt at drápum og drápsroyndum yvir amerikanskar forsetar, og allar grundir eru til, at øll tiltøk- bæði hugsandi og óhugsandi ? verða sett í verk, tá Obama og kona hansara koma til Noregs um fáar dagar.

Sjey av undanfarnu forsetum USA?s vóru allir mál fyri drápsroyndum.

Sambært Dagblaðnum er Lyndon B. Johnson seinasti forsetin í USA, sum ikki var fyri drápsroynd, men í hansara forsetatíð var USA framhaldandi i sjokki eftir, at John F. Kennedy varð myrdur í Dallas í 1963.

Eftir Johnson gjørdist Richard Nixon forseti í 1969, og hann og allir undanmenn hansara vórðu fyri meiri ella minni seriøsum drápsroyndum.

- Kendu royndirnar at myrða hesar forsetar eru nógvar. Haraftrat kemur, at tað óiva eru aðrar drápsroyndir framdar, sum vit einki vita um, sigur Anders Romarheim, granskari í yvirgangi og USA-serfrøðingur.