Talan er ikki um stóra grind, allarhelst um 30 hval.
Janus Egholm, grindaformaður á Streymnesi, sigur, at fitt av bátum er hjá grindini nú, men at tað gongur illa at reka, og grindin hevur hug at kava. Í løtuni er grindin uttan fyri Morskranes, sigur Janus, sum sjálvur stendur á landi í Kollafirði.
Ikki er heilt greitt, hvagar grindin skal rekast, men væntandi verður tað antin til Kollafjarðar ella til Hvalvíkar, sigur Janus Egholm.