Allir føroyingar skulu hava tilboð um at ókeypis ílegu kanningar fyri CTD.
Tað verður ein partur av valskránni hjá Miðflokkinum, nú løgtingsval stundar til.
Tað verður eisini eitt krav, sum flokkurin fer at seta í eini møguligari samráðing um eina nýggja samgongu.
- Hetta hava vit ført fram leingi, men Heilsumálaráðið er farið fullkomiliga í baklás í hesum máli og enn er ongin vón fyri, at støðan broytist, staðfesti Jenis av Rana, floksformaður, á landsfundinum hjá flokkinum um vikuskiftið.
- Einasta tilboð, føroyingar hava, er ein blóðroynd, sum finnur tey, sum eru sjúk. Men ein blóðroynd avdúkar ikki tey, sum bera sjúkuna, uttan at vera sjúk.
Hinvegin kann ein ílegukanning staðfesta, hvør ber sjúkuna.
- Nógv fólk óttast, at tey eru berarar og taka Carnetin fyri at vera fyrivarin.
- Heilsumálaráðið tvíheldur um, at berarar eru ikki sjúkir. Hinvegin siga tey, sum taka Carnetin, at tey liva nógv betri, síðani tey fóru at taka heilivág.
Tá ið Miðflokkurin heldur, at tað hevur so stóran týdning at finna berararnar, er tað tí, at fáa tveir berarar børn, eru sannlíkindini 25% fyri, at barnið hevur CTD og 50% sannlíkindi fyri, at barnið er berari.
Er annað av foreldrunum berari, fáa tey ikki eitt sjúkt barn, men sannlíkindini fyri at barnið er berari, er 50%.
- Vit halda, at vit eiga at beina hendan óttan av vegnum og tí skulu allir føroyingar hava tilboð um ílegukanningar.
Samstundis skal Heilsutrygdin broytast, so at eisini berarar fáa tilskot til Carnetin á jøvnum føti við tey, sum eru sjúk.
- Tey siga, at tey betri, tá ið tey taka heilivágin og hóast Heilsiumálaráðið sigur nei, skal ivin skal koma berarunum til góðar, sigur Jenis av Rana
10eru klár
Miðflokkurin hevur nú 10 valevni klár til løgtingsvalið, sum verður í næstum.
Tað er greitt eftir landsfundin hjá flokkinum leygardagin.
Ikki óvæntað stilla teir tríggir løgtingsmenninir upp aftur og so er eisini vert at leggja til merkis, at Thordur Niclasen roynir seg einaferð afturat sum valevni.
Tey 10 valevnini, sum Miðflokkurin fyribils hevur á listanum, eru:
Bill Justinussen
Charlotta á Váli Olsen
Dánjal M. Joensen
Frank Jacobsen
Jenis av Rana
Karsten Hansen
Mia av Kák Joensen
Rani Skaalum
Thordur Niclasen
Vinjard Johansen
Men ætlanin er at fáa fleiri valevni hesar næstu dagarnar. Í hesum sambandi skal uppstillingarfundur vera í Klaksvík týsdagin 4. oktober.
Á landsfundinum varð eisini tosað um at fáa fleiri konufólk á listan, men tað gekk illa, tí tey flestu bóru seg undan.
Á landsfundinum fekk flokkurin eisini tveir nýggjar limir í floksstjórnina. Tey eru Beinta Áargarð og Vinjard Johansen, sum var tiltakslimir
Tiltakslimir eru nú Poul Jóhan Durhuus, sum var í floksstjórnini áður og Charlotta á Váli Olsen, sum var floksstjórnarleiðar.
Les eisini greinina: Vælbjargað skulu missa hjálp frá Almannastovuni