- Allir dreingir rigga í føroyskum klæðum

Jórun Jacobsen og Kristina á Váli høvdu báðar latið seg í føroysk klæði og leitað sær ein túr oman í býin.

"Eg havi brúkt tveir tímar upp á at fáa tey føroysku klæðini klár," sigur Kristina.

"Ja, men tað er eisini tí, at tú fórt at pussa silvurið í dag. Eg gjørdi alt tað í gjár, so hjá mær tók tað ikki so langa tíð," sigur Jórun, sum hevur búð í Kina tey síðstu tvey árini.

Eftir summarfrítíðina flyta báðar genturnar vestur um hav, har tær skulu lesa í ávikavist USA og Kanada.

"Tað at man flytur av landinum ger eisini sítt til, at man virðismetir ólavsøkuna so høgt. So fær man líkasum møtt fólki og sagt eitt sindur farvæl," sigur Kristina, sum fer at lesa tónleik og møguliga búskaparfrøði.

"Eg havi so at siga ongantíð búð í Føroyum, so hetta er aðru ferð, eg eri á ólavsøku í nýggjari tíð. Eg royni at leggja feriurnar soleiðis, at eg kann vera í Føroyum um ólavsøkuna, men tað er ikki altíð, at tað ber til," sigur Jórun, sum hevur búð meginpartin av lívi sínum í Reykjavík, Íslandi. Hvørt summar er hon tó og vitjar í Føroyum í einar tríggjar vikur.

Tá tað kemur til dreingir í føroyskum klæðum, eru tær skjótar at taka undir við tí, sum mangan verður havt á orði.

"Allir dreingir rigga í føroyskum klæðum. Tað er einki at tosa um, teir blíva allir nógv flottari, tá teir eru í føroyskum klæðum heldur enn vanligari skjúrtu og buksum," sigur Kristina, og nikkar Jórun samtykkjandi til orðini hjá vinkonuni.