Formaður tjóðveldisfloksins ógvulgia misnøgdur við mannagongdina:
Ætlanin um arvagransking skal setast íverk í trimum stigum. Tilboðið frá íslendingum er so gott, at vit eiga at fara til verka beinanvegin, sigur Pál Weyhe í uppritinum til politikararnar um arvagransking í Føroyum
Tað var síðst í august mánaða í ár, at Pál Weyhe, á deildini fyri arbeiðs- og almannaheilsu, var í Íslandi áfundi við Kára Stefanson, stjóra á privatu granskingarfyritøkuni DeCode.
Á fundinum varð tosað um samstarv ímillum Føroyar og Ísland viðvíkjandi ættarbregði og tess staðfesting á arvastreinginum.
Vit havafingið fatur á uppritininum til politikarar um arvagransking í Føroyum, og har sigur hann, at báðir partar eru samdir um, at eitt Joint Venture samstarv hevði verið hóskandi.
- Hetta merkir, at føroyingar sjálvir seta pening í at fáa virksemið í Føroyum á føtur. Gera vit tað, vil DeCode geva okkum neyðuga stuðulin, bæði viðvíkjandi tólum og kunnleika.
-Pál Weyhe sigur, at eftir hansara tykki er hetta tilboð so gott, at vit eiga at fara undir virksemið beinanvegin.
Virksemið fellur í tríggjar partar.
1) At finna tey fólkini, sum hava tær dagnosurinar, sum áhugi er fyri at kanna. Hetta krevur at skrásetingin í heilsuverkinum er umfatandi og álítandi. Tað er hon ikki í løtuni og tíeigur eitt fólk, sum er væl inni í biohagtølum, at fara undir hetta arbeiðið. Hetta arbeiðið skal annars fremjast í tøttum samstarvi við kliniskt virknu læknarnar, ella við teir læknar, sum sum hava serligan kunnleika til ávísar sjúkur í Føroyum.
2) Ættartræið eigur, alt sum tað er, at verða lagt inn á teldu ? eini fimm ættarlið aftur. Her hava vit góðar fortreytir, tí so nógvfólk í Føroyum eru áhugað í ættargransking. Vit eiga at byrja við einum ættargranskara, men at hava tríggjar, ella fleiri, longu komandi ár, soleiðis at alt ættartræið hjá føroyingum er teldutøkt innan eitt ár. Neyðugu forritini fáa vit frá DeCode.
3) Innan starvsstovuvirksemi eiga vit at keypa útbúnað, ið supplerar tað, sum ber til at gera í Reyjavík í dag, soleiðis at kanningararbeiðið her verður fyri báðar samstarvspartarnar.
Pál Weyhe sigur at enda, at hann vil átaka sær at skipa virksemið innan fyri karmarnar á deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu.
Hann mælir eisini til, at nevnd verður sett at fylgja við arbeiðnum fyri at tryggja, at peningurin,sum tað almenna setir í, verður brúktur skilagott, og fyri at tryggja, at virksemið er gagnligt fyri tað almenna og tann einstaka.