SUPERLIGAN
Tað gongur strúkandi hjá FCK. Hóskvøldið megnaðu teir 1-1 í UEFA Cup á útivølli móti Hamburg SV, og sunnudagin smurdu teir FCM av í Parkini. Teir vóru á odda 3-0, tá ið vanliga leiktíðin var farin, men so pyntaði David Nielsen um fyri FCM. Stóri maðurin á FCK liðnum var Álvaro Santos. Hann skoraði tvey mál, og triðja FCK málið skoraði veteranurin Peter Møller.
Brøndby og FCK plaga at kappast um DM, og soleiðis hevur tað eisini sæð út til, at tað skal ganga í hesum kappingarárinum. Í annaðkvøld skal FCK spæla í Brøndby, og um tað ikki eydnast heimaliðnum at fáa úrtøku og helst at vinna, so verður sera torført at fáa fatur á FCK.
Sunnudagin tapti Brøndby 3-1 í Viborg. Hóskvøldið vann Brøndby 2-0 á heimavølli í UEFA Cup. Fleiri lyklaspælarar eru skaddir, og tað sást aftur á avrikunum í superliguni. Viborg telist millum tey, sum eru í hølunum á Brøndby.
Føroyskir spælarar eru í Horsens, SønderjyskE og AaB. Felags fyri teir tríggjar - ávikavíst Johan B. Hansen, Rógva Jacobsen og Súna Olsen - var, at eingin teirra var á vøllinum í vikuskiftinum.
AaB spældi leygardagin í Århus, og har fingu teir endiliga fulla úrtøku, eftir at tað leingi hevði verið soltið. AaB vann 4-2. Súni Olsen var ikki á liðnum. Á heimasíðuni hjá AaB varð undan vikuskiftinum sagt, at Súni var smáskaddur.
SønderjyskE átti í fyrsta dystinum við nýggja venjaranum, Morten Brun, við róðrið heimavøll móti Esbjerg. Hjá Esbjerg hevur tað hilnast heilt illa fyrsta partin av kappingarárinum. Tað hevur gingið illa at fáa stig, og tað hevur gingið illa at fáa mál. Hesa ferð eydnaðist tað at vinna 1-0.
Harvið er SønderjyskE niðanfyri keðiliga strikuna. Tað eru teir saman við Horsens, sum uttan Johan Byrial Hansen á liðnum legði rygg til stórtap í Farum. FCN vann við ikki minni enn 5-0!
Heldur ikki hjá OB hevur tað hilnast nakað serligt. Men hesa ferð royndist tað væl. Á heimavølli vunnu teir 3-1 móti Silkeborg. Miti skoraði tvey mál, og økti harvið um metið sum besti útlendski málskjúttin í superliguni. Tað metið tók hann fyri nøkrum vikum síðani frá Toda Jónsson.