Allir flokkar skulu samráðast í felag

Í fráboðan til samgonguna boða teir fýra andstøðuflokkarnir frá, at andstøðuflokkarnir vilja, at allir flokkar samráðast í felag um fiskivinnuna

Í fráboðan til samgonguna boða teir fýra andstøðuflokkarnir frá, at andstøðuflokkarnir vilja, at allir flokkar samráðast í felag um fiskivinnuna

 

Tað siga teir í eini fráboðan, teir í dag hava sent Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í fiskivinnumálum – og sum teir hava sent avrit av til løgmann, og formennirnar í Fólkaflokkinum og Miðflokkinum.

 

Fráboðanin er soljóðandi:

 

– Andstøðuflokkarnir hava støðugt eftirlýst ítøkiligum samráðingum um eina nýskipan av fiskivinnuni. Flokkarnir hava bæði hvør sær og í felag lagt eina røð av uppskotum fyri tingið um fiskivinnupolitikk.

 

Í seinastu viku vórðu andstøðuflokkarnir so hvør sær bodnir til fundar við formenninar í samgonguflokkunum um at nýskipa fiskivinnupolitikkin.

 

Upplýst varð, at samgonguflokkarnir hava samráðst og hava eina felags fatan av, hvussu fiskivinnupolitikkurin skal skipast frameftir. Tó varð á teimum einstøku fundunum, hvørki nakað uppskot ella nakað tilfar lagt fyri andstøðuflokkarnar.

 

Andstøðuflokkarnir halda, at talan er um eitt tað mest avgerandi málið nakrantíð fyri alt samfelagið og politisku skipanina at viðgera og taka støðu til.

 

Um talan skal vera um eina veruliga samráðing og viðgerð í hesum álvarsmáli, so eru andstøðuflokkarnir samdir um, at allir flokkar eiga at samráðast í felag og við sama borð.

 

Vit vilja at samgongan er opin um ta semju hon hevur gjørt og at vit fáa alt neyðugt tilfar og greiningar. Neyðug serfrøði má vera til taks, og partarnir í fiskivinnuni eiga at vera hoyrdir í tilgongdini.

 

 

Á løgtingi 6. februar 2015

 

 

Vegna Tjóðveldi                                                Vegna Javnaðarflokkin 

 

Høgni Hoydal                                                            Aksel V. Johannesen

 

 

 

Vegna Framsókn                                                 Vegna Sjálvstýrisflokkurin

 

Poul Michelsen                                                Kári P. Højgaard