Finski dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð. Máltalvan á Tórsvølli vísir 2-0, og sigurin ber við sær, at Føroyar hava 10 stig og eru stórfavorittur at vinna bólkin í Nations League. Serliga tí at Malta fyrr í kvøld vann 1-0 á útivølli ímóti Lettlandi.
Fyri at siga tað akkurát, sum tað er, so er einki við síðuna av at siga, at tað er kærkomið, at allir spælararnir eru komnir av vøllinum uttan at teir eru skaddir – soleiðis sær tað í hvussu so er út.
Tað er ikki ókent, at ónollurnar eru nógvar, tá ið Andorra er annað liðið, og soleiðis var tað eisini í kvøld. Talan var um eina rúgvu av fríspørkum, gula kortið var ofta á lofti, og tað var í heilum, at spælarar lógu á vøllinum.
Fýra føroyskir spælarar sóu gula kortið, og tveir av teimum hava nú tvey gul kort á kontuni. Tað ber við sær, at teir vera leikbannaðir, tá ið Føroyar skulu spæla á útivølli í Lettlandi.
Tað kemur sera illa við, tí talan er um lyklaspælararnar, liðformannin Hallur Hansson, og spælskiparan Brandur H. Olsen.
-Eg eri nøgdur við avrikið, hóast spælið ikki heilt gekk soleiðis, sum vit høvdu vónað. Gulu kortini, sum Hallur og Brandur fingu tíðliga í dystinum, skilti eg ikki. Eg eri glaður um, at okkara spælarar ikki sóu gult fyri at lata seg provokera. Undan dystinum, bæði í kvøld og tá vit spældu ímóti teimum á útivølli, lótu vit okkum ikki provokera, og tað eri eg fegin um, sigur venjarin Håkan Ericson, sum leggur aftrat:
-Tað kemur illa við, at so týdningarmiklir spælarar sum Hallur og Brandur vera leikbannaðir í Lettlandi, men tað mugu vit fyrihalda okkum til og seta miðvøllin av nýggjum, sigur Håkan Ericson.
Bæði málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki, og í báðum førum var tað toppskjúttin í føroyskum fótbólti yvirhøvur, Klæmint A. Olsen, sum var málskjútti. Hann hevur nú skorað fimm mál á landsliðnum. Í kvøld var hann fyrstu ferð tvífaldur málskjútti á landsliðnum.
Í fyrra førinum var hann fyrstur á við nærra stólpa eftir innlegg frá Meinhardi E. Olsen, tá ið hann sera hegnisliga beindi bóltin í handaru síðu av málinum, og í seinna førinum stýrdi hann við høvdinum frágera væl bóltin í handaru síðu av málinum, eftir at Hallur Hansson legði innfyri.
Hallur Hansson var av álvara verið í andglettinum. Hann sá gula kortið, hann legði upp til mál, og so hevði hann í fyrra hálvleiki gyltan møguleika at økja um leiðsluna til 3-0, men málverjin bjargaði brotssparkinum. Tað var Meinhard E. Olsen, sum vann Føroyum brotssparkið.
Fyrstu løtuna eftir steðgin var onkra ferðina um reppið, at Andorra skoraði fyrsta málið nakrantíð ímóti Føroyum. Sum seinni hálvleikur leið, royndu gestirnir at spenna álopsbogan, og tað bar við sær, at Føroyar høvdu fleiri góðar møguleikar at økja um leiðsluna.
Føroyar – Andorra 2-0 (2-0)
1-0: Klæmint A. Olsen
2-0: Klæmint A. Olsen
Føroyar: Teitur Gestsson – Jóannes Kalsø Danielsen (Gilli Rólantsson, 72.), Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad (Heðin Hansen, 90.), Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar (Andreas Lava Olsen, 72.), Brandur Olsen, Hallur Hansson, Jóannes Bjartalíð – Meinhard E. Olsen (Jóan Símun Edmundsson, 55.), Klæmint Olsen.
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Kristian Joensen, Tórður Thomsen, Heini Vatnsdal, Rógvi Baldvinsson, Gunnar Vatnhamar, Patrik Johannesen, Ári Mohr Jónsson, Dan í Soylu
Gult kort: Hallur Hansson, Brandur H. Olsen, Meinhard E. Olsen og Andreas Lava Olsen
Venjari: Håkan Ericson
Hjálparvenjari: Eli Hentze