Allir tagdu innaveggja eingin orðið feldi

Vit hava upplivað ikki sørt av lønarstríði seinastu tíðina.

 

Palli Dalsgaard

??????????????


Vit hava upplivað ikki sørt av lønarstríði seinastu tíðina. Eitt nýtt skip lá í fimm mánaðir vegna lønarósemju, síðan streikan, sum eisini vardi leingi, og nú aftur eitt nýtt skip, sum tað tók tríggjar mánaðir til at blíva samdir um lønina. Lønarhækkingin, yvirmenninir á báðum skipunum kravdu, hoyrdi undir fíggjarmálaráðharran, hann var ikki at rokka, tá talan var um lønarbata. Tað fáa teir ikki frá mær, segði hann í sjónvarpinum. Men vit sóu ein annan lønarbata í sjónvarpinum fyri stuttum, tað var ikki eiti á upphædd, har skuldi leggjast oman á eina nokk so hampuliga løn. Tað, hyggjararnir løgdu merki til var, at fíggjarmálaráðharrin var at síggja á myndini, eins og fleiri onnur, men hann mótmælti ikki. Tað var sum í Leivskvæði, allir tagdu innanveggja eingin orðið førdi.