Almenn starvsfólk mugu sleppa at bróta tøgnina

Skulu almenn starvsfólk kunna boða frá óregluligum viðurskiftum – dulnevnd?

- Vit eiga at fáa eina varskógvaraskipan fyri almenn starvsfólk. Tað heldur Annita á Fríðriksmørk, tingkvinna fyri Tjóðveldi.

 

Og tað er heldur ikki óhugsandi, at vit fáa eina slíka varskógvaraskipan, tí í samgonguskjalinum hjá nýggju CEF samgonguni, stendur, at ”miðast skal ímóti at seta varskógvaraskipan fyri almenn starvsfólk í verk.”

 

Á fólkafundinum í Havn um vikuskiftið, varpaði Starvsmannafelagið ljós á spurningin, um vit skulu hava eina varskógvaraskipan fyri almenn starvsfólk.

 

Annita á Fríðriksmørk er sannførd um, at vit eiga at fáa eina slíka skipan. Og tað heldur hon, tí at bæði landið og kommunurnar røkja týðandi uppgávur, sum hava stóran týdning fyri samfelagið og hvørt einasta menniskja. Tí mugu starvsfólk vera trygg, og koma tey fram á óreglulig viðurskifti, mugu tey kunna siga frá, uttan at stúra fyri avleiðingum.

 

Annita á Fríðriksmørk sigur, at tískil er tað ómetaliga týdningarmikið, at ein slík varskógvarskipan er dulnevnd, soleiðis at tað ikki skal vera eitt krav, at tey, sum boða frá, avdúka, hvørji tey eru.

 

- Eitt starvsfólk, sum fráboðar, má verjast, so at tey, sum boða frá óregluligum viðurskiftum, ikki tað afturlønt í gráum kálvsskinni. Eru tey ikki dulnevnd, kann tað fáa álvarsligar avleiðingar fyri tey, eitt nú kunnu tey verða søgd upp, ella tey koma at standa í fremstu røð, tá ið uppsagnir eru á stovninum. Tey kunnu eisini verða forðað fyri at sleppa upp í tign.

 

Hon sigur, at fólk skulu ikki bara kunna boða frá lógarbrotum, men eisini tá ið tá ið almennair pengar verða misbrúktir, til luksusferðir, ella okkurt annað.

 

- Tað má eisini tryggjast, at bara fráboðanir, sum skil er í, verða tiknar upp, so at tað ikki skal bera til at boða frá um líkt og ólíkt, bara tí at einum ikki dámar stjóran. 

 

- Tað mugu vera greiðar reglur fyri, hvat varskógvast kann um, so at tað ikki verður misbrúkt og at vit fáa eina smettaramentan hjá tí almenna – har vit nú kanska hava eina tøgnmentan, tí ongin torir at siga frá.

 

- Ein almennur stjóri má eisini tryggjast ímóti dulnevndum kverulantum, sigur Annita á Fríðriksmørk.

 

Starvsfólk skulu vera trúgv ímóti sínum arbeiðsplássi, men Annita á Fríðriksmørk heldur, at mark skal kortini vera fyri trúskapi.

 

- Er talan um óregluligt virksemi, vigar varskógvingin meiri enn trúfesti, sigur hon.

 

Hon sigur, at tað skal eisini bera til at boða frá óregluligum viðurskiftum hjá einum landsstýrisfólki, sum misbrúka sítt vald, ella kanska halda týðandi upplýsingar loyniligar fyri løgtinginum.

 

- Ongin skal sleppa at misbrúka sítt vald, so ein varskógvaraskipan kann gera sítt til at stjórar, og starvsfólk seta hvønn annan skák, heldur hon.

 

Helgi Abrahamsen, fyrrverandi tingmaður, heldur, at avbjóðing er, at er ein varskógvaraskipan ikki dulnevnd, torir ongin at klaga, men er hon dulnevnd, slepst ikki undan, at gitingar fara at ganga um, hvør fráboðarin man vera, og tað kann vera rættiliga oyðileggjandi, serliga tá ið hugsað verður um, at vit hava so nógvar, smáar stovnar.