Samfelagshjólini mala við fullari ferð og nøkur eru, sum meta, at búskaparliga er ferðin vorðin alt ov høg. Ov nógv byggivirksemi er í gongd samstundis og serliga eru tað mongu almennu verkætlanirnar, sum fólk óttast fara at tyngja búskapin óneyðuga.
Evnið var uppi og vendi á landsfundinum hjá Framsókn herfyri og har samdust tey um, at nú skal steðgast á búskaparliga.
- Ávaringarlampurnar blinka. Nógv ferð er á búskapinum, og tí er tað nú, vit skulu hava dirvi og evni at steðga á. Vit eiga at minnast, hvat fyrr er hent, tá ið Føroyar hava verið á einum búskaparligum aldukambi.
- Tað er avgerandi neyðugt at ásanna, at rúm ikki er fyri øktum rakstri ella størri íløgum, skrivar flokkurin í tíðindaskrivi frá fundinum.
- At vit ansa eftir búskaparliga, skal hava fremstu raðfesting seinasta árið hjá sitandi samgongu, sigur Framsókn.
Ofta hevur verið ført fram, at ov lítið samskiftið og samstarv er millum land og kommunur, tá íløgur skulu gerast, og at hetta er við til at gera sveiggini í búskapinum størri enn neyðugt. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur eisini gjørt eina roynd at samráðast við kommunurnar um íløgurnar seinastu árini, sjálvræðisrætturin hjá kommununum hevur gjørt tað torført at gera eina felags íløguætlan.
Líkt er til, at Framsókn ætlar at noyða kommunurnar og landið at finna felags stev.
- Samlaða virksemið hjá landi og kommunum skal viðgerast undir einum og, um neyðugt, verða tálmað við lóg, skrivar Framsókn at enda í tíðindaskrivinum.