Alsamt fleiri løntakarar

Talið av løntakarum er støðugt vaksið seinastu 12 mánaðirnar.

Tað vóru 772 fleiri løntakarar í Føroyum í januar í ár samanborið við januar 2015. Tað vísa tøl frá Hagstovuni.

 

Tølini frá Hagstovuni vísa, at talið á løntakarum nú er á sama støðið síðani januar 2010. Talið á løntakarum fall nógv frá januar 2009, tá 25.393 løntakarar vóru skrásettir í Føroyum, til februar 2011, tá 23.557 løntakarar vóru skrásettir. Síðani eru tó tølini kviknað nakað. Fyrst ein lítil vøkstur fram til juli 2012, síðani lá talið á løntakarum støðugt fram til august 2013, áðrenn tað aftur fór at veksa.

 

Býtið millum konufólk og mannfólk er javnt, 51,7 prosent av løntakarunum eru mannfólk, 48,3 prosent eru konufólk. Í øllum sýslunum eru fleiri mannfólk løntakarar, uttan í Streymoynni, har tað eru 39 fleiri kvinnuligir løntakarar enn mannligir.