Alt kiksaði

Tveir heilkiksaðir pílar frá føroysku bogaskjúttunum vóru sera dýrir, tá gullstøðan frá mánadegnum broyttist til silvur týsdagin

Guernsey: Tá farið varð undir seinna kappingardagin í vanligu skjótingini í Compound og Recurve á oyggjaleikunum mundu tey flestu rokna við, at talan fór at gerast um gull til Føroyar. Í øllum førum í liðkappingini, meðan tað hinvegin mundi vera meira ivasamt, hvussu var hjá einstaklingum. Her lág Sigrid K. Vang til bronsuna hjá kvinnunum, meðan Schandorff Vang og Per Holm Andersen taldust millum teirra, sum helst skuldu stríðast um silvurið.
Longu teinarnir vóru liðugt skotnir mánadagin, og á styttru teinunum plagar broytingin vanliga ikki at vera hin heilt stóra, men tað stóð skjótt greitt, at her fór at gerast tungt. Undan seinasta umfarinum høvdu skjúttarnir av Jersey togað seg 15 stig framum føroyska liðið, sum annars var 22 frammanfyri við dagsbyrjan, og tó at føroyska liðið endaði væl, so var hetta ikki nóg mikið. Fimm stig vóru framvegis upp til Jersey, sum sostatt kundu fara avstað við gullinum fyri fyrstu ferð.

Beint sum skjúttarnir vóru lidnir at skjóta, fingu vit orðið á Schandorff Vang, og spurdu vit hann, hvat tað var, sum hevði kostað føroyingunum so dýrt hendan dagin.
- Pent sagt, so gekk tað ikki serliga væl hjá okkum í dag. Tú plagar jú at siga, at tað er á teimum longu teinunum, at tú vinnur kappingarnar, men í dag taptu vit hana á styttru teinunum.
- Vit skjóta als ikki nóg gott í dag, men fyrst og fremst er tað vindurin, sum spælir okkum eitt puss. Og tá tú so fyrst byrjar at flákra eitt sindur og missa nakrar pílar, so er skjótt, at tað gongur skeiva vegin. Samstundis fekk onkur av teimum undir okkum ferð á, soleiðis at teir veruliga fóru at trýsta.
Men sum føroyingar eru tit væl saktans vanir at skjóta í vindi?
- Jú, men tað kann als ikki samanberast við hetta. Tá tað er somikið lýtt, so kennis vindurin heilt øðrvísi, og tí hava vit ofta lyndi til at undirmeta, hvussu sterkur hann í veruleikanum er. Tú følir tað at kalla ikki, men tá tú so tekur sikti, so sært tú knappliga, hvussu stórt sveiggið er, og tá er ofta trupult at finna ta góðu kensluna, sum tú helst skalt hava. Javnvágin í skjótingini fer snøgt sag út av lagi.
- Og so missa bæði Per og eg ein píl í part á 30 metrum, sum altso fer heilt við síðuna av skivuni. Tað eru pílar, sum skulu geva níggju ella tíggju stig fyri hvønn, so bara tað kostaði liðnum í minsta lagi 18 stig. Tað er í øllum førum nakað, sum merkist.
- Nú veit eg ikki, hvat Jersey fekk hesaferð, men vit royndu so at toga tað mista innaftur. Hetta seinasta umfarið skutu vit báðir heilt væl, og sjálvur misti eg bara fýra stig seinastu 20 pílarnar, so vit hava í øllum førum roynt at vinna tað mista aftur. Samstundis sá eg hjá Jersey her við síðuna av, at har fóru fleiri uttan fyri mittastu ringarnar á skivuni, og so er spurningurin, hvussu nógv vit hava vunnið aftur. Eg rokni ikki við, at tað er nóg mikið, men tað vildi nú verið stuttligt, um tað kortini bleiv til gull. Tað veldst eisini um, hvat Sigrid hevur skotið í mun til sín mótpart, og tey tølini kenni eg ikki.

Komu uppaftur
Sum nevnt omanfyri, so var seinasta toganin tó ikki nóg stór til gullið. Fimm stig vóru framvegis á muni, men hóast alt so fekk Schandorff sjálvur togað seg til bronsuna. Og hóast alt, so fegnaðust føroysku skjúttarnir um, at tað hevði eydnast teimum at enda væl.
- Vit skulu jú skjóta aftur í morgin, tá tað verður ein móti einum. Tí hevði tað ótrúliga nógv at siga, at vit endaðu væl, soleiðis at vit sálarliga kunnu koma uppaftur, tí tað er júst sálarligi parturin, sum hevur so nógv at siga í komandi kappingunum. Fert tú tá niður við høvdinum, so er mest sum ógjørligt at toga seg uppaftur, so nú mugu vit royna at fokusera upp á tann positiva partin, segði Schandorff Vang at enda.