- Alt skal á nevndarborðið

Løgtingsnevndirnar skulu hava betri møguleika at gera sítt arbeiði. Og almenningurin skal hava møguleika at fylgja við, sigur Tjóðveldi

Løgtingsnevndirnar skulu hava betri møguleika at gera sítt arbeiði. Og almenningurin skal hava møguleika at fylgja við, sigur Tjóðveldi.

 

Eitt týðandi amboð í okkara fólkaræði er arbeiðið í ymsu nevndunum hjá løgtinginum. Tað heldur Tjóðveldi, sum í sínum uppskoti um at broyta Stýrisskipanarlógina mælir til at broyta nevndararbeiðið grundleggjandi.

 

Les eisini: Tjóðveldi vil broyta Stýrisskipanarlógina

 

 

 

Sambært uppskotinum hjá Tjóðveldi skulu løgtingsnevndirnar hava møguleika at skipa fyri almennum fundum og hoyringum. Møguleiki skal vera at senda fundirnar beinleiðis, bæði í útvarpi og sjónvarpi, soleiðis at fólk kunnu fylgja við.

 

Nevndirnar skulu hava møguleika at taka mál upp av sínum eintingum. Minnilutaverja skal vera innbygd í skipanina, soleiðis at ein triðingur av nevndarlimunum skulu kunna krevja mál til viðgerðar.

 

Eisini skulu løgtingsnevndirnar hava munandi betri møguleikar at viðgera tey mál, sum koma inn í nevndina. Tað skal bera til hjá nevndunum at innkalla fólk eftir tørvi.

 

Tjóðveldi hevði fyrrapartin tíðindafund, har flokkurin legði fram uppskot um fleiri broytingar í Stýrisskipanarlógini.


Hoyr samrøðu við Gunvør Balle um broytingarnar

 

Sirið Stenberg er løgtingskvinna fyri Tjóðveldi og eisini forkvinna í Landsstýrismálanevndini hjá løgtinginum.

 

Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra samrøðu við Sirið Stenberg, sum vil broyta nevndararbeiðið grundleggjandi.