Alti og teir bara tapa

Danska 1. Deildarfelagið Frem tapti um vikuskiftið enn ein venjingardyst. Hesaferð spældi Frem í Roskilde, og tað var heimaliðið, sum vann dystin 3-1. Í hálvleikinum var støðan 0-0. Roskilde legði seg á odda 1-0, áðrenn Emil Jensen javnaði fyri Frem. Men so skoraði Roskilde tvey mál afturat og vann dystin. Atli Danielsen var eykamaður, men hann varð sendur á vøllinum longu eftir 10 minuttir, og hann spældi restina av dystinum á miðvøllinum.